Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Mynd: Durita Jóansdóttir

Mynd: Durita Jóansdóttir

Mynd: Durita Jóansdóttir

Mynd: Durita Jóansdóttir

Mynd: Durita Jóansdóttir

Magnus Rasmussen landsstýrismaður og íslendski matvørumálaráðharrin, Svandís Svavarsdóttir, standa í hesum døgum á odda fyri einari vitjan úr Íslandi, um menning og samstarv í alivinnuni. Tað er føroyska sendistovan í Reykjavík, sum hevur tikið stig til vitjanina.

Íslendsku gestirnir komu í gjár, og í morgun bjóðaði Vinnuhúsið til evnisdag um møguleikar í alivinnuni.

Alivinnan er vorðin alsamt størri partur av føroyska búskapinum, og eisini í Íslandi gongur skjótt framá. Hetta skapar ikki einans sterkar alifyritøkur, men hevur eisini ført til stóran vøkstur hjá veitarunum til alivinnuna.

Arbeitt verður við alsamt meiri tøkniliga framkomnum loysnum, fyri at skapa burðardyggan og varandi vøkstur í alivinnuni. Millum annað við at framleiða í lokaðum eindum, og at víðka alingina út á opið hav.

- At flyta út á opið hav ber við sær stórar natúrligar og tøkniligar avbjóðingar, og tá er umráðandi, at vit ikki stremba eftir at vinna á, men altíð at arbeiða við náttúruni”, segði Magnus Rasmussen í røðu síni á evnisdegnum. Varandi vøkstur má vera burðardyggur og tað merkir m.a. at vit altíð mugu seta hægstu krøv til djóravælferðina og vistskipanina.

- Í dag og í morgin fara íslendsku gestirnir at vitja nógvar føroyskar fyritøkur, sum gera loysnir til alivinnuna. ”Vit hava nógv at geva hvørjum øðrum, og eg vænti og vóni, at samhandilin millum okkum fer at vaksa komandi árini, men ikki nóg mikið við tí, burðardygg alivinna, bæði av fiski og tara, kann gera stóran mun í heimsins matframleiðslu, og við royndunum frá heimamarknaðinum kunnu vit eisini útflyta ráðgeving og alitøkni til alheims alivinnuna, sigur Magnus Rasmussen.

Mynd: Durita Jóansdóttir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo