Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-102/2022 eftir tingskipanini § 52 a til Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann í lógarmálum, frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, um føroyskt í Føroya Rætti

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er arbeiðið byrjað við at fáa føroyskt sum formligt rættarmál í Føroya Rætti?

2. Um ja, nær verður hetta arbeiðið liðugt?

Svar
Til nr. 1

Sambært § 190 í rættargangslógini fyri Føroyar er føroyskt høvuðsmálið í Føroya Rætti, men danskt kann eins væl nýtast og føroyskt. Føroyskt er tí longu “formligt rættarmál” í Føroya Rætti, hóast danskt eisini verður nýtt í ymiskum samanhangum.

Føroyskt er høvuðsmálið í sjálvum rættarsalinum í Føroya Rætti, og eingin føroyingur verður noyddur at tosa danskt í rættinum. Hetta er galdandi bæði í sivilmálum og revsimálum.

Áður kom tað fyri, at vitnir og partar, ið hava føroyskt sum móðurmál, blivu spurd, um tey vóru sinnað at tosa danskt í málum, har dómarin, ákærin ella verjin ikki hevði nøktandi kunnleika til føroyska málið. T.d. í málum, har dómarin var ein setudómari úr Danmark, ella har ákærin var ein avloysari úr Danmark.

Ein setudómari er ein dómari, sum ikki er í føstum starvi hjá rættinum, men sum kemur til Føroya í eitt avmarkað tíðarskeið, tá rætturin hevur tørv á tí. Setudómararnir eru vanliga danskir, men í dag verða næstan bara tilnevndir setudómarar, sum skilja føroyskt.

Í teimum heilt fáu førunum, sum enn eru, har ein ákæri, dómari ella annar luttakari í einum rættarfundi ikki hevur nøktandi kunnleika til føroyska málið, er ein tolkur til staðar, sum kann týða tað, ið verður sagt á føroyskum, til danskt.

Áður hevur hendan uppgávan verið loyst heldur tilvildarliga, men aftaná at nýggja rættargangslógin kom í gildi tann 1. januar 2021, er avtala gjørd við ein fastan tolk.

Eisini er avtala gjørd við ákæruvaldið um, at ákæruvaldið skal siga rættinum frá, tá ið tørvur er á einum tolki.

Føroya Rættur og ákæruvaldið leggja sostatt altíð sítt arbeiði til rættis soleiðis, at eingir føroyingar – tað veri seg vitnir, ákærd ella aðrir luttakarar í einum rættarmáli – verða trýstir til at tosa annað enn sítt móðurmál í Føroya Rætti.

Tað er rætt, at partur av kunningini og samskiftinum hjá Føroya Rætti er á donskum. Rætturin er t.d. knýttur at einari danskari telduskipan til málsviðgerð, og tí eru ymisk standardbrøv, sum rætturin sendir út til sínar brúkarar, orðað á donskum. Dómar og aðrar avgerðir hjá Føroya Rætti verða somuleiðis skrivað á donskum. Tað slepst illa undan hesum, tí Føroya Rættur er í dag partur av donsku rættarskipanini, ið hevur danskt sum høvuðsmál. Dómar og avgerðir hjá Føroya Rætti kunnu í hesum sambandi kærast til Eystara landsrætt (í ávísum førum eisini til Hægstarætt), og har kann tað ikki á sama hátt væntast, at dómararnir skilja føroyskt.

Tað er tó ikki rætt, at øll kunning og alt samskifti hjá Føroya Rætti fer fram á donskum. Føroya Rættur leggur dent á, at kunning til brúkarar hjá rættinum eisini er at finna á føroyskum. Sum dømi kann nevnast heimasíðan hjá Føroya Rætti, sum eisini er tøk í einari føroyskari útgávu.

Annars kann eg nevna, at tað í dag eru 2 sorinskrivarar, 2 hjálpardómarar (retsassessorar) og 2 dómarafulltrúar í føstum starvi hjá Føroya Rætti.

Sorinskrivararnir hava báðir danskt sum móðurmál, men hava búð í Føroyum í nógv ár og eru giftir í Føroyum. Hjálpardómararnir og dómarafulltrúarnir hava allir føroyskt sum móðurmál.

Sorinskrivararnir, hjálpardómararnir og dómarafulltrúarnir skilja øll føroyskt til fulnar.

Eg kann eisini nevna, at tá dómarastørv í Føroya Rætti verða sett, skal tað, sambært § 57, 4. pkt. í rættargangslógini fyri Føroyar, m.a. verða hugt eftir, hvørjar førleikar umsøkjararnir hava at skriva og tosa føroyskt. Eisini skal tað verða hugt eftir, hvat innlit umsøkjararnir hava í føroyska lóggávu, føroysk samfelagsviðurskifti og føroyska mentan. Tað sama er sambært § 83, stk. 2 galdandi fyri dómarafulltrúastørv í Føroya Rætti. Hetta hevur sjálvandi við sær, at umsøkjarar, sum hava kunnleika til føroyska málið og føroysk viðurskifti, hava ein fyrimun, tá hesi størvini verða sett.

Fyrr hevur tað kanska verið ein trupulleiki, at tað ikki hava verið so nógvir føroyskir umsøkjarar til størv hjá Føroya Rætti og hjá ákæruvaldinum, og at tað av hesi orsøk fyrst og fremst hava verið danir, sum hava myndað hesar myndugleikarnar í Føroyum. Hetta er tó ikki ein trupulleiki longur.

Tað eru nógvir føroyingar, sum í dag velja at lesa løgfrøði t.d. í Danmark.

Harafturat er sum kunnugt sett á stovn ein føroysk kandidatútbúgving innan løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, har tey fyrstu lesandi, sum hava verið gjøgnum alla útbúgvingina, væntandi taka prógv næsta summar. Føroyska kandidatútbúgvingin gevur eisini hesum møguleika at søkja starv í Føroya Rætti og hjá ákæruvaldinum.

Samanumtikið vænti eg tískil, at tað frameftir verða enn fleiri føroyingar at síggja í hesum størvunum, og at tørvurin á tolki – sum frammanundan er heilt lítil – verður enn minni í framtíðini.

Eg kann at enda leggja aftrat, at mítt mál er, at rættarskipanin kemur á føroyskar hendur, og at føroyskt verður rættarmál í Føroyum burturav.

Til nr. 2
Sí svarið til nr. 1.

Løgmálaráðið, 30. mai 2023
Bjarni Kárason Petersen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo