Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Bíleggingarskipanin hjá SSL

Spurningar:
1. Í apríl 2021 gav Løgtingið eina heimild á 1,85 mió. kr., ið var eyðmerkt til at gera eina bíleggingarskipan lidna til SSL. Er hendan heimilaða játtanin brúkt?

2. Um ja, hvat er hon brúkt til?

3. Um nei, er hesin peningur so førdur aftur til landskassan, og hvar er hetta skrásett?

4. Hví bleiv bíleggingarskipanin ongantíð roynd á eini royndarleið, ið skuldi vera klár í 2021/2022?

5. Hvat er samlaði kostnaðurin nú og næstu árini av at “uppstiga” ferðaseðlaskipanina FARA, sum er nevnd í ársfrágreiðingini fyri 2022 frá Landsgrannskoðanini, og hvussu er hetta sundurgreinað?

6. Hvat hava núverandi skipanirnar FARA og skipanin til Skopun-Gomlurætt kostað til dags dato, og hvussu er hetta sundurgreinað?

7. Hví er uppgávan av nú nýggju ferðaseðlaskipanini ikki bjóðað út?

Viðmerkingar:
Heimildin á 1,85 mió. kr. til bíleggingarskipanina var ætlað síðsta partinum av bílegginarskipanini, sum skuldi byrja í juni 2021, samstundis sum byrjað skuldi verða uppá pilottest (Lm. nr. 62 frá 5. mai 2021 um eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2021).

Tá so nógvur peningur var nýttur til eina nýggja bíleggingarskipan í mun til verandi ferðaseðlaskipanir (1) FARA og (2) Skopun-Gamlarætt, er áhugavert at vita, hví bíleggingarskipanin ikki varð roynd, og hvat tað var, sum manglaði. Uttan at síggja skipanina er torført at gera eina meting av, hvussu langt bíleggingarskipanin var frá málinum.

Sambært Landsgrannskoðanini verður núverandi ferðaseðlaskipanin hjá FARA niðurløgd í ár. Víðari verður sagt, at SSL ætlar at fáa nýggja skipan frá sama veitara í Noregi. Nógv rumbul stóðst av, at bíleggingarskipanin ikki varð bjóðað út. Og hevur hetta eisini verið nógv umrøtt í almennu miðlunum.

Tað er tí sera løgið, at SSL, hóast alt rumblið, nú aftur velur at gera avtalu við norska veitaran FARA, uttan at aðrir veitarar, t.d. føroyskir veitarar, hava møguleika at sleppa framat. Serliga merkisvert er tað, at eingin ítøkilig skrivlig avtala er at finna við verandi veitarar.

Eisini havandi í huga, at alt yvir 500 t. kr. skal bjóðast út (Rundskriv nr. 9003 frá 1. juli 2019 um keyp av vørum og tænastum, 5.3.1), og upphæddir omanfyri 5 mió. kr. skulu fremjast sambært verklagslóg, um hugt verður í kunngerð nr. 84/2011. Í § 1, stk. 5, er ásett, at KT-verkætlanir verða tiknar við undir rakstrarjáttan. Sambært § 7 skulu størri KT-verkætlanir, t.e. verkætlanir fyri 5 mió. kr. ella meira, hava heimild í og fremjast sambært verklagslóg.

Tilvísingar til hesi viðurskifti eru tøkar í frágreiðingum hjá Landsgrannskoðanini.

Á Løgtingi, 25. januar 2024
Steffan Klein Poulsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo