Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Leygardagin fara 56 føroyskir skótar og leiðarar til Suðurkorea. Ferðalagið umboðar Føroyar á World Scout jamboree, sum verður hildin 4. hvørt ár ymsastaði í heiminum. Hesaferð luttaka 45.000 skótar úr 170 londum. Í dag vitjaðu skótar á Ráðhúsinum í Havn.

Jamboreein er í døgunum 1.-12. august. Tað er bert einaferð í lívinum, at ein skóti hevur møguleika fyri at fara á Jamboree sum luttakari, tí hon verður hildin 4. hvørt ár fyri ung í aldrinum 14-18.

Hettar er tí ein stórhending, ið skótarnir hava glett seg til í nógv ár.

At sleppa á jamboree er fyri skótar at rokna sum eitt OL fyri ítróttarfólk. Tó snýr tað seg ikki um at kappast og  vera best, men um at skapa vinarløg yvir landamørk, royna nýggjar avbjóðingar, menna førleikar, læra um aðrar mentanir og víðka sjónarringin.

Á henda hátt mennast tey ungu til góðar samfelagsborgarar ígjøgnum skótalívið. Skótarørslan er heimsins stórsta friðarrørsla.

Skótarnir, sum luttaka, eru í aldrinum 14–18 og koma úr øllum Føroyum. Úr Tórshavnar kommunu eru 30 skótar og leiðarar. Tórshavnar Kommuna hevur veitt luttakarunum í kommununi, ið fara avstað, fíggjarligan stuðul.

Í dag vóru skótarnir inn á gólvið at takka fyri stuðulin. Borgarstjórin tók ímóti, og Fía Lindenskov, skótaovasti fyri Føroya KFUK skótar, takkaði vegna skótarnar borgarsjtóranum fyri stuðulin frá kommununi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo