Vinnuhúsið: Ráðgevarafelagið vónar, at ein langtíðarætlan fyri almennar íløgur er partur av tilgongdini, nú fíggjarlógaruppskotið fyri 2023 verður fyrireikað. Ráðgevarafelagið saknar eina politiska ætlan fyri, hvussu politiska skipanin ætlar at útbyggja og menna føroyska samfelagið nógv ár fram í tíðina og tvørtur um fleiri valskeið.
Ráðgevarafelagið hevði ynskt, at tað varð gjørd ein samlað íløguætlan 10 ár fram í tíðina fyri allar almennar íløgur, t.e. land, kommunur og allar almennar stovnar og almenn feløg av ymsum slag.
“Í løtuni tykist tað sum, at tað nú eru fáar nýggjar byggiuppgávur á skrá frá almennari síðu, eftir at nakrar heilt stórar verkætlanir eru lidnar. Tunlar undantikið, so tykist tilgongdin av nýggjum almennum byggiuppgávum at vera lítil,” sigur Klæmint Eliasen, formaður í Ráðgevarafelagnum.
“Við hesari gongdini er vandi fyri einum bylgjudali í tøkum arbeiði hjá arbeiðstakarunum um eitt til tvey ár. Henda gongdin er sostatt ikki góð, og tað hevði verið betri við einari meiri støðugari tilgongd av slíkum byggiuppgávum”
Nýggjasta langtíðarætlanin hjá landinum er frá september 2020. Síðan tá hevur lítið og einki verið at hoyrt um langtíðarætlanir úr løgtinginum ella landsstýrinum. Heldur tvørturímóti, tí í galdandi løgtingsfíggjarlóg fyri í ár verður bert hugt tvey ár fram í tíðina, til 2024. Hjá kommununum er somuleiðis ilt at fáa eygað á íløguætlanir fleiri ár frameftir.
Í heystfrágeiðing sínari mælir Búskaparráðið til at seta í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk, ið ikki loyvir útreiðslunum hjá landinum at vaksa meira enn eitt fast ásett prosentvirðið um árið, samstundis sum íløgurnar verða hildnar støðugar.
Søguliga hevur føroyskur fíggjarpolitikkur altíð verið viðrekandi, og tí hevur hann verið við til at sett enn meira ferð á búskapin í góðum tíðum og tikið ferðina av búskapinum í minni góðum tíðum. Ein orsøk til hesa gongdina er, at almenna virksemið ikki hevur verið samskipað, og tí hava land, kommunur og tað almenna annars, skipað sítt virksemið hvør í sínum lagi, serliga á íløgusíðuni.
Í Føroyum kunnu búskaparligu konjunkturarnir sveiggja nógv og brádliga yvir stutta tíð, men føroyska samfelagið skal áhaldandi útbyggjast og mennast, sama, hvussu búskaparligu konjunkturarnir hátta sær.
Tí standa almennar langtíðarætlanir fleiri ár fram í tíðina ovarlaga á ynskilistanum hjá Ráðgevarafelagnum, bæði í sambandi við fíggjarlógaruppskotið fyri 2023, ið nú verður fyrireikað, men eisini í sambandi við løgtingsvalið, sum stendur fyri framman.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo