Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Í arbeiðsfjøldini eru tey, sum kunnu veita arbeiðsmegi. Arbeiðsfjøldin fevnir um løntakararar, sjálvstøðug vinnurekandi og arbeiðsleys. Vinnutíttleikin (á enskum 'activity rate') telur hvussu stórur partur av fólkinum er í arbeiðsfjøldini.

Í november var vinnutíttleikin 84 prosent í aldrunum frá 15 til 74 ár. Vinnutíttleikin hevur seinastu árini ligið støðugt millum 83 og 85 prosent. Tað er sostatt ein stórur partur av fólkinum, sum hevur tilknýti til føroyska arbeiðsmarknaðin. 

Vinnutíttleikin í Føroyum framvegis hægstur Í Evropa
Eurostat, sum er hagtalsstovnurin í Evropasamveldinum, hevur enn ikki gjørt arbeiðsfjøldina upp fyri fjórða ársfjórðing í fjør fyri lond í Evropa. Nýggjastu tøl um føroyska arbeiðsfjøldina eru tí samanborin við fjórða ársfjórðing í 2022 hjá Eurostat. Aldrarnir frá 15 til 74 ár eru altjóða sambærliga aldursspennið, sum verður brúkt.

Samanberingin vísir, at vinnutíttleikin í Føroyum framvegis er hægstur í Evropa. Næsthægstur er vinnutíttleikin í Íslandi, sum er 80 prosent. Í Føroyum og Íslandi er vinnutíttleikin munandi hægri enn í hinum Norðurlondunum, og soleiðis hevur støðan verið í nógv ár. Í Svøríki var vinnutíttleikin 74 prosent, meðan hann var 72 prosent í Noregi og Danmark.

Vinnutíttleikin í Føroyum er hægstur í Evropa, bæði hjá monnum og kvinnum. 

Vinnutíttleikin hjá monnum í Føroyum er 86 prosent. Í Íslandi er vinnutíttleikin 82 prosent, 75 prosent í Danmark og 70 prosent í ES. 

Hjá føroysku kvinnunum er hann 82 prosent, meðan hann í Íslandi er 77 prosent, 68 prosent í Danmark og 60 prosent í ES. 

Sermerkt fyri vinnutíttleikan í Føroyum samanborið við onnur lond er, at onga aðrastaðni er munurin millum kynini so lítil.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo