Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fá lond eru sloppin so snikkaleys frá corona sum Føroyar, og tað kunnu vit fegnast um.

Avbjóðingin við farsóttini hevur ikki bara verið heilsufaklig, men so sanniliga eisini búskaparlig. Eg veit ikki hvussu ofta eg, fyri góðum ári síðani, fekk áheitanina: “Stong flogvøllin!” Men tá so flúgvingin minkaði, og fólk blivu uppsøgd, bæði hjá Atlantic Airways og Vága floghavn, so vóru somu røddir atfinningarsamar móti tí. – Men hvat høvdu tey ímynda sær, at starvsfólkini hjá einum flogfelag ella á einum flogvølli skuldu gjørt, um flogvøllurin var stongdur?

At stongt landamørkini hevði uttan iva verið ein framúr góð loysn fyri at hildið smittuni niðri. Men tað hevði samtíðis verið ein búskaparlig vanlukka. Heilsumyndugleikarnir geva góð ráð á sínum øki, men sum politikari noyðist tú eisini at hugsað um aðrar avleiðingar. Tí hevur coronapolitikkurin hjá landsstýrinum alla tíðina verið ein spurningur um javnvág millum tað heilsufakliga og tað búskaparliga, og har mugu vit í dag ásanna, at tað hevur gingið avbera væl. Vit eru komin nógv betur ígjøgnum kreppuna enn tey flestu.

Nú hómast ljósið í hinum endanum á tunlinum, og um stutta tíð fara vit, vónandi, at kunna liva nøkunlunda soleiðis sum vit gjørdu áðrenn 12. mars í fjør, tá vit merktu fyrstu avleiðingarnar av farsóttini.

Men alt hevur sín prís. Hetta hevur kravt nógva orku, og nógv arbeiði sum skuldi verið avgreitt hetta seinasta árið, hevur bíðað. Tað fer uttan iva at merkja eftirtíðina, men kortini kunnu vit í dag fegnast um, at føroyski coronapolitikkurin eydnaðist avbera væl.

Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo