Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Mynd: John Rajani

Mynd: John Rajani

Mynd: John Rajani

Mynd: John Rajani

Mynd: John Rajani

Stórur var dagurin í gjár fyri okkum, tá ið frættist at tjóðarmerki okkara varð hevjað á stong yvir umboðsstovu okkara í Tel Aviv í Ísrael. Ein gleðilig løta fyri meg persónliga, sum síðani 1977 hava skipað fyri ferðum til Ísrael. Á hesum ferðum hava føroyingar í stóru tali vitjað hetta landið, sum hevur sett so djúp merki í sál og sinni okkara frá barndómsárum.

Men hetta er kortini ikki fyrstu ferð føroyska Merkið hevur veitrað í Ísrael. Á mongu ferðum okkara til leyvsalahátíð Ísraels á mestsum hvørjum ári, hava føroysku ferðabólkarnir gingið skrúðgongu gjøgnum Jerusalems gøtur. Saman við mongum øðrum tjóðum hava føroyingar syngjandi gingið eftir gøtum Jerusalems við Merkinum á odda.

Eg fari at ynskja Jenis av Rana, uttanríkisráðharra okkara og John Rajani, umboðsmanni okkara í Ísrael, tillukku. Somuleiðis fari eg at ynskja og Føroya landsstýri tillukku at Merkið nú veitrar yvir eini sjálavstøðugari føroyskari umboðsstovu í Ísrael.

Í mínum barnaskúlaárum á Eiði hekk eitt landakort av Jødalandi í skúlastovuni. Skúlafelagi mín, Jógvan Mørkøre, vanliga nevndur Jógvan í Løðuni, minsti meg ein dagin á hendan serstaka skúladagin í mai 1948, tá ið lærarin, Valborg Simonsen, ættað av Velbastað, segði okkum skúlabørnum frá, at nú var landakortið í Miðeystri broytt. Hetta hevur verið í vikuni eftir 14. mai 1948, dag ella dagar eftir tá ið státurin Ísrael var stovnaður og viðurkendur av heimssamfelagnum.

Hetta var ein heimssøguligur dagur, sum eg slapp at uppliva.

Enn einaferð varð mær unt at uppliva søguligar hendingar í samband við Ísrael: At uppliva dagin tá ið føroyska umboðsstovan í Ísrael gjørdist veruleiki – umframt at uppliva dagin at føroyska tjóðarmerkið – krossmerkið – varð hevjað á stong í heimlandi frelsara okkara.

Svenning av Lofti

Mynd: John Rajani

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo