- Hvørjum troli eru føroyingar endaðir í, tykist vera gjøgnumgangandi spurningurin, nú fleiri danskir miðlar í seinastuni eru farnir at viðgera føroyska samstarvið við russar.
Við DR siga embætisfólk í danska Uttanríkisráðnum, at føroyingar eru í holtur við at útvega sær neyðuga lógargrundarlagið fyri at kunna seta tiltøk í verk ímóti Russlandi. Samstundis verður nevnt, at tað galda undantøk fyri fiskiskip í ES, men at man har nú kannar, um fiskiskip ikki áttu at verið fevnd av stongslinum eisini.
Eisini Weekendavisen hevur eina longri gjøgnumgongd av føroyska fiskivinnupolitikkinum og samstarvinum við bæði russar, íslendingar og niðurlendingar í seinastu útgávuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo