Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Alsamt fleiri skúlar í Føroyum brúka FIRST LEGO League sum amboð at lata børn royna seg í programmering, samstarva tvørfakliga og menna seg innan íverksetan.

Síðsta ár kappaðust 22 lið frá skúlum kring alt landið á Skúlanum á Argjahamri í november 2020. Kappingin gekk væl, men var nógv merkt av, at alt mátti lagast til koronu-støðuna. Avmarkingarnar merktu, at bert seks lið kundu vera í kappingarhølunum í senn, og hetta tarnaði allari kappingini.

Í ár hevur áhugin hjá skúlum og børnum í Føroyum at verða partur av FIRST LEGO League verið størri enn nakrantíð. Tann 18. september ljóðaði startskotið til tær 8 vikurnar, sum kappingin fevnir um og í ár kastaðu 25 lið frá 9 skúlum seg inn í kappingina. Aftaná átta arbeiðsvikur skuldu øll liðini hittast tann 13. november at vísa fram síni avrik og verkætlanir. Besta liðið vinnur føroyameistaraskapið og fer víðari til skandinavisku finaluni umboðandi Føroyar millum eini 50 vinnandi lið úr norskum, svenskum og donskum FIRST LEGO League kappingum.

Evnið í ár kallast Connect Cargo og varpar ljós á flutning. Hetta snýr seg um samferðslu og flutning av vørum og tær avbjóðingar og møguleikar, sum flutningur gevur. Evnið er sera viðkomandi fyri Føroyar, eins og tað er fyri allan heimin. Vit flyta fisk og byggja tunlar sum ongantíð fyrr, og korunufarsóttin, sum herjar í løtuni, hevur rættiliga varpa ljós á, hvussu nógv tað ávirkar okkum, at flutningsumstøður broytast.

Tíverri verður tó eingin kapping leygardagin 13. november. Orsaka av aktuellu støðuni í Føroyum við koronufarsóttini gjørdist tað neyðugt at avlýsa stóra tiltakið í Skúlanum á Argjahamri og flyta kappingina til seinnu helvt av januar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo