Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Dreymurin um at vera íverksetari hevur altíð verið har, sigur John Rúnason Nielsen, sum saman við beiggjanum og damuni rekur felagið The Lasting Shape.

Felagið hevur heimasíðu við stórum úrvali av klæðum, sum sæst: trýst her

John Rúnason Nielsen hevur altíð havt ein aktivan lívsstil, sigur hann, tá ið VP spyr um felagið og hvussu gongst.

Hann hevur spælt hondbólt í nógv ár og fingist nógv við venjingar- og kostætlanir.

Í tíðarskeiðnum frá 2018 til 2021 var John í herinum, har hann millum annað var í Afganistan.

Eftir hetta fór hann til Danmarkar at arbeiða sum maskinmeistari aftur, sum hann hevur útbúgving innan, men hann hevði ein brennandi hug at skapa og gera okkurt øðrvísi.

Við sínum stóra áhuga fyri venjing, spíraðist hugskotið til The Lasting Shape, sum ger ítrótta- og activewear til bæði kvinnur og menn, og ger ókeypis mat- og venijngarætlarnir.

Við felagnum vil John Rúnason Nielsen saman við toyminum eggja til at vera aktivur og hava ein sunnan lívsstíl.

Hann rekur felagið saman við beiggjanum, sum stendur fyri umsitingini í Føroyum, og damuni Sáru sum hjálpir í Danmark.

- Tá ein er uppvaksin í Føroyum, veit mann væl, at alt er dýrari enn aðrastaðni, og um ein keypir klæðir uttanlands, kemur tollur á, um upphæddin er yvir eitt víst, sigur John og leggur afturat:

- Men tað hevur The Lasting Shape tikið til sín og tí hevur The Lasting Shape goymslu í Føroyum, so kundin sleppur undan tollinum.

John Rúnason Nielsen og toymið sniðgeva sjálv klæðini við inspirasjónn úr føroysku náttúruni og úr herinum.

Frá tíðarskeiðinum í herinum og árini sum hondbóltspælari, veit John Rúnason Nielsen, hvussu nógv vælsitandi klæðir hava at siga í mun til avrik, og tískil setti hann sær sum mál at gera klæðini behagilig og komfortabul, so øll kunnu kenna seg væl í teimum, bæði til venjing og sum gerandisklæðir.

- Alt hetta kemur man serliga væl at síggja í tí nýggju kolleksjónini, sum kemur út seinni í ár, sigur John Rúnason Nielsen við VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo