Í hesum døgum eru øll eygu vend ímóti Suesveitini, har eitt skip júst er loysnað eftir at tað var farið tvørt og hevði skorað seg fast í fleiri dagar.
Men fyri 8 árum síðani var tað ein onnur hending sum vakti ans.
Tá fór Emma Mærsk, sum var á veg gjøgnum Suesveitina, knappliga at taka sjógv inn, men ein snarráðin føroyskur skipari á brúnni tók eina rætta avgerð og foraði fyri tí heilt stóru vanlukkuni.
Hoyr samrøðu sum Kringvarpið gjørdi við Marius í Garðastovu, skipara, í 2013.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo