Hagstovan: Av teim umleið 38.200 fólkunum í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár eru 32.000 í arbeiðsfjøldini, tað vil siga eru vinnuliga virkin. Uttan fyri vinnu eru knappliga 6.300.
Vinnutíttleikin, ið er arbeiðsfjøldin í % av fólkatalinum, er 83,6%, roknaður fyri bæði kyn. Hjá monnum er vinnutíttleikin 85% og hjá kvinnum eitt vet minni 82%. Samanborið við onnur lond er vinnutíttleikin í Føroyum nógv tann størsti í Evropa.
Síðstu 5 árini er arbeiðsfjøldin vaksin við stívliga 2.000 fólkum. Vøksturin er nakað ójavnt býttur millum kynini við umleið 1.200 mannfólkum og 800 konufólkum.
Hetta er eitt av høvuðsúrslitunum av arbeiðsfjøldarteljingini, sum Hagstovan gjørdi í november í fjør. Nógv fleiri og útgreinað úrslit eru at finna í hagtalsgrunninum. Aftast í hesi grein er stutt frágreiðing um arbeiðsfjøldarteljingina.
Í arbeiðsfjøldini eru øll vinnuliga virkin, so sum løntakarar, sjálvstøðugt vinnurekandi og arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku. Uttan fyri vinnu eru m.a. ungfólk, ið eru undir útbúgving burturav, fólk sum av sjúku, skerdum førleika ella øðrum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, ella fólk, ið eru farin av arbeiðsmarknaðinum, m.a. av aldri ella øðrum.
Onga aðrastaðni er so lítil munur á vinnutíttleikanum hjá monnum og kvinnum
Vit hava sæð tað eisini í undanfarnu kanningum, at í mun til fólkatalið er føroyska arbeiðsfjøldin tann størsta í Evropa. Árini frammanundan hevur verið tætt millum Føroyar og Ísland, men nú er munurin øktur munandi hjá monnum men serliga hjá kvinnum, har vinnutíttleikin hjá føroyskum kvinnum nú er 82% og 75% hjá íslendskum kvinnum.
Á myndini niðanfyri eru Føroyar samanbornar við 35 onnur lond í Evropa, sambært hagtalsgrunninum hjá Eurostat.
- Hjá mannfólki: Tá vit samanbera úrslitini fyri mannfólk eru Føroyar fremst við einum vinnutíttleika á 85% og síðani Ísland við 83%. So er eitt glopp niður til Sveits við 80% og Svøríki við 76. Miðaltalið fyri tey 27 ES-limalondini er 69%.
Lægstur er vinnutíttleikin hjá mannfólki við 63-65% m.a. í Kroatia, Belgia og Fraklandi. - Hjá konufólki er vinnutíttleikin nógv størstur í Føroyum við 82%, síðani er eitt lop niður til Ísland við 75%. Í Danmark er hann 66%, og ES-miðaltalið er 58. Lægsti vinnutíttleikin hjá kvinnum er í Turkalandi við 33% og Italia við 48%.
Samanumtikið sæst, at í øllum øðrum londum enn í Føroyum er vinnutíttleikin hjá kvinnum munandi lægri enn hjá monnum. Í Føroyum eru bara 3%-stig á muni, 8% í Íslandi, í Danmark 78% og í miðal fyri tey 28 ES-londini er munurin 9%-stig. Nógv størsti kynsmunurin er í Turkalandi við 71% hjá monnum og 33% hjá kvinnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo