Pakhusstrik 2024: Komandi vikuskifti verður árligi bindifestivalurin ”Pakhusstrik” hildin á Norðatlantsbryggjuni í Keypmannahavn, tann 6. til 8. septembur.
Skráin er fjøbroytt, og verða eitt nú føroysku virkini Knit Up North og Navia til staðar, har tey fara at sýna fram og selja sínar vørur til tey mongu vitjandi alt vikuskiftið.
Síðsta dagin, sunnudagin 8. septembur kl 12.30, verður upplegg við Óla Kristian á Torkilsheyggi, stjóra og stovnara handan Navia, har evnið verður: ”Direktør for Navia og bonde med 200 får”.
Á skránni eru verkstovur, fyrileystrar, undirhald og ein rúgva av básum við alskyns ull. Leygardagin verður høvi at hoyra Leu Kampmann framføra nøkur løg til pallborðsprátið ”samtaler om strik”, har eitt nú fólkatingspolitikkarin og floksforkvinnan Pia Olsen Dyhr verður við, sum er kend fyri at dáma væl at binda.
Pakhusstrik er vorðin ein av teimum størstu bindifestivalunum í Keypmannahavn, og roknað verður við yvir 2000 vitjandi í ár.
Les meira um festivalin Pakhusstrik 2024 her: nordatlantens.dk/pakhusstrik
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo