Í annaðkvøld kl. 20.45 føroyska tíð vísir íslendska ríkissjónvarpið, RÚV, føroysku sendingina ”Tann valdsmikla tøknin”, sum á íslendskum kallast ”Tæknin allt um kring”.
Sendingina gjørdu Uni Arge og Jógvan Eli Dam fyri KvF í 2019. Hon snýr seg um ávirkanina, sum tøkni hevur á m.a. uppaling, skúlaskap og arbeiðslív.
KvF umbýtir hvørt ár sendingar við hinar norðurlendsku sjónvarpsrásirnar, og tá umbýtt varð seinast, gjørdi RÚV av, at føroyska sendingin um tøkni skuldi vísast í Íslandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo