Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ætlanirnar hjá Bakkafrost at flúgva alifiskin á amerikanska marknaðin eru komnar í andróður hjá fleiri umhvørvisverndarfelagsskpum, sum ikki halda tær vera nakað gott hugskot. Í sama viðfangi er eisini ósemjan ímillum tey bæði føroysku feløguni, Bakkafrost og Luna, um hvat er betri, komin á breddan.

Tí ímeðan Bakkafrost hevur keypt egið flogfar til at flyta fiskin við, so hevur Luna gjørt av at gevast við øllum flutningi av fiski luftvegis, júst tí hildið verður, at tað dálkar ov illa.

Við The Guardian sigur Blake Lee-Harwood frá felagsskapinum Sustainable Fisheries Partnership, sum ráðgevur stórhandlum um at keypa inn burðardygt, at hugskotið hjá Bakkafrost at flúgva fiskin á marknaðin avgjørt ikki er eitt stig á rættari leið.

- Vit halda, at tey sum framleiða matvøru úr sjónum eiga at vera ein størri partur av loysnini, enn tey eru í dag. Og tað merkir millum annað at gevast við at flúgva fiskin á marknaðin, sigur hann.

Bakkafrost hevur sagt, at tað er skilagott at flúgva fiskin beinleiðis á amerikanska marknaðin, tí sum er, verður hann flogin umvegis London, og tað longir um tíðina, hann ferðast, og økir eisini av somu orsøk um CO2 útlátið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo