Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, Fróðskaparsetur Føroya: Tá 18 sjúkrarøktarfrøðingar í dag fáa prógv á Fróðskaparsetrið Føroya, er tað samstundis ein søguligur dagur fyri føroyska sniðgávu og silvursmíð. Tí nálin, ið hesar fáa handaða í sambandi við lokna útbúgving, er spildurnýggj, og bæði sniðgivin og stoypt í Føroyum. 

Sjúkrarøktarfrøðingar bera tvær nálir - eina frá fakfelagnum og eina frá útbúgvingarstaðnum. Nálirnar frá útbúgvingarstaðnum hava í fleiri enn 100 ár verið tekin um, hvar tú hevur lisið til sjúkrarøktarfrøðing. 

Sjúkrarøktarfrøðingar fara til arbeiðis uttan smykkur, sminku og neglalakk fyri at halda reinføri - tá eru nálirnar einasta prýðið, tær bera.

Gamla nálin hjá Sjúkrarøktarfrøðingaskúla Føroya var vorðin óaktuell. Tí ynskti Fróðskaparsetur Føroya at fáa eina nýggja nál, ið greiðari vísti føroyska tilknýtið og føroyska samleikan. 

Í hesum sambandi fekk Nudlavirkið uppgávuna at sniðgeva nálina. Fokusbólkasamrøða varð gjørd, har umboð frá ymsum bólkum av sjúkrarøktarfrøðingum søgdu sína hugsan, um hvør vitan og hvørjar kenslur vóru knýttar at nálunum.

Tað var heilt greitt, at kenslurnar vóru sterkar, og at nálirnar veruliga umboða útbúgvingina og tað fakligheit, ið hon stendur fyri. Sjúkrarøktin umboðar bæði nógva umsorgan og stóra fakliga vitan, og tað varð skjótt greitt, at serliga hesi bæði fyltu nógv hjá luttakarunum í fokusbólkinum.

Eitt annað ynski, ið kom greitt fram í fokusbólkinum var, at nálin skuldi vera serføroysk.

Við hesum í huga, og alstórari virðing fyri uppgávuni, fór sniðgevingararbeiðið í gongd. Hugt var at nálum úr nógvum ymiskum londum, áðrenn støða varð tikin til at taka støði í knappinum til føroyska búnan. 

Sniðið sameinir tað serføroyska, fakligheit og umsorgan. Hjarta í miðjuni, umfevnt av búmerkinum hjá Setrinum alt við greiðari tilvísing til føroyska búnaknappin. 

Sjálva stoypingina av nálini stóð silvursmiðjan hjá Niels L. Arge fyri, og tey hjálptu eisini við at gera síðstu tillagingarnar at fáa sniðið frá teldu yvir á silvur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo