Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umhvørvisstovan: Hvussu tryggja vit, at allir viðkomandi partar verða hoyrdir, tá vit arbeiða við náttúruloysnum í Norðurlondum? Hendan spurningin setir Norðurlendska skrivstovan á Umhvørvisstovuni á breddan við tiltaki, sum verður 9. desembur á COP28 í Dubai. Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna við umhvørvismálum, setir tiltakið. 

Náttúruloysnir bøta um lívmargfeldið, minka dálking og veðurlagsbroytingum, samstundis sum tær økja um trivnaðin hjá okkum menniskjum. Hetta verður gjørt við millum annað at endurskapa lendi, lata áir upp og fáa náttúru tættari menniskjum. Men hugsa vit okkum ikki um, tá vit verkseta náttúruloysnirnar, so kann tað ganga út yvir tey, sum búgva í økjunum, har náttúran skal brúkast til fyrrnevndu endamál.

Tí er tað avgerandi, at allir viðkomandi partar í lokalsamfeløgunum verða tiknir við og virdir, tá avgerðir skulu takast viðvíkjandi náttúruni.

Tað siga tær báðar Fía Norðberg Niclasen og Jóna Ólavsdóttir, sum umsita náttúruverkætlanir um lívmargfeldi og náttúruloysnir fyri Norðurlendska ráðharraráðið á Umhvørvisstovuni. Hin 9. desember skipa tær fyri einum tiltaki á altjóða veðurlagsráðstevnuni COP28 í Dubai undir heitinum ”Nature-based solutions to the Triple Planetary Crisis.”

Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna við umhvørvismálum, setir tiltakið við eini røðu, og síðan fer eitt pallborð við einum umboði frá Sámiska ráðnum, einum ungdómsumboði úr Finnlandi og einum professara í lívmargfeldi úr Íslandi at viðgera, hvussu náttúruloysnir á bestan hátt verða settar í verk í Norðurlondum. Orðstýrari verður Noor Yafai-Stroband frá The Nature Conservancy, og at enda fer Lene Westgaard-Halle, stórtingslimur í Noregi og limur í Norðurlandaráðnum, at taka samanum.

Endamálið við tiltakinum er at varpa ljós á Norðurlendskar avbjóðingar á veðurlags- og náttúruøkinum, sum eisini gera seg galdandi altjóða, og soleiðis at deila vitan og fáa íblástur til arbeiði í komandi tíðum.

Til ber at fylgja við tiltakinum á netinum her, 9. desember kl. 9.30: https://www.norden.org/en/information/broadcasts-cop28

Og til ber at lesa meira um norðurlendska arbeiðið hjá Umhvørvisstovuni her: https://www.us.fo/nordurlendskt-samstarv/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo