Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Skulu yvirtøkur fremjast, so fullveldi letur seg gera, so krevst pengar. Og til pengar krevst inntøkur.

Sagt við øðrum orðum: Jú meiri pengar Fullveldi Føroyar forvinnur, jú fleiri bein vit hava at standa á, tess tættari koma vit einum veruligum fullveldi.

Vit hava sera dugnalig og ágrýtin fólk sum starvast í okkara fiskuvinnu, alivinnu, og ferðavinnu, og øðrum atvinnum hvønn dag, og skapa ein rúgvu av virðum til landi.

Vit hava sera dugnalig og ágrýtin fólk sum starvast í tí almenna, sum gera at tær privatu vinnurnar kunnu rigga undir teimum bestu treytunum og karmunum.

Tað almenna og tað privata eru tengd at hvørjum øðrum, og saman gera tey tað soleiðis, at alt samfelagið melur runt og riggar.

Men sjálvt um vit hava fjølbroyttar privatar fyritøkur og sterkar almennar stovnar, so ber saktans til at vaksa um samfelagskøkuna, og gera tað enn betur, tí alt hetta nevnt omanfyri gevur okkum før fyri at taka við nýggjum avbjóðingum.

Her er góður møguleiki at menna eina sterka KT-vinnu, sum eisini kann útflyta dyggar føroyskar KT-loysnir.

KT-vinnan kann verða við til at menna hesar súlur:
- KT-loysnir til tess at fremja grøna orkuskiftið
- KT-loysnir innan aling og fiskavirking
- Miðvíst at nøkta vaksandi tørvin á heilsu- og borgaratænastum
- Útbúgva fólk til KT-vinnuna og talgildu framtíðina
- Skapa karmar, sum kunnu vera munadyggar fyritreytir fyri KT-vøkstri.

Føroyar kunnu menna sína KT-vinnu langt á leið við at hava eitt vinnuligt samstarv við Ísrael.

Við einari virknari íverksetaramentan, einum sterkum tøkniligum undirstøðukervi, og einari sera vælútbúnari arbeiðsmegi, so er nýmenning og nýskapan eitt tað mest nátúrliga tilfeingi hjá Ísrael.

Ísrael er ein stórur spælari, tá tað kemur til menning av KT og hátøkni.

Globalar avbjóðingar fara framhaldandi at krevja ansni og íløgur í ymiskar vísindagreinar innan veðurlagstøkni, sum koma at hava við sær eina umveltandi nýskapan.

Lívtøkni, mattøkni í sínari heild, alternativ protein, landbúnaðartøkni, orkutøkni, og tøkni innan vetni koma at vera loysnirnar til hesar stóru avbjóðingarnar hjá mannaættini.

Ísrael er førandi innan nýmenning og nýskapan, so hví ikki fáa eitt munagott samstarv í lag, so vit eisini kunna fáa eina mentan innan nýmenning og nýskapan her á landi, sum kann vaksa nógv um samfelagskøkuna, BTÚ og inntøkur til at fremja meiri yvirtøkur.

Við framburðs- og tjóðskaparkvøðu
Øssur Patursson

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo