Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í 1944 fekk føroyska skipið Vón maskinskaða og kom í havsneyð í ringum veðri undir Íslandi. Skipið var í vanda fyri at reka á land. Ein bretskur destroyari, sum var har á leiðini, bjargaði skipi og manning. Sum tøkk góvu skipari og manning á Vón skiparanum á bretska herskipinum ein málning av báðum skipunum saman, sum teir bíløgdu frá einum málara í Reykjavík.

Nú vil familjan hjá skiparanum á Vón, Sigurdi Simonsen, fegin koma í samband við skiparan á bretska herskipinum, ella hansara avvarandi, fyri at fáa eina mynd av málninginum til føroyska Krígssavnið.

Heri Simonsen, sum er abbasonur Sigurd, sigur við miðilin The Gazette, at fáir upplýsingar eru um herskipið og manningina, abbin hevði gloymt navnið á skiparanum, men hann mintist, at hesin var sera fegin um málningin.

- Vit vildu sera fegin frætt frá teimum, sum møguliga hava málningin hangandi, kanska heima hjá onkrum barni ella barnabarni hjá hetjuskiparanum á herskipinum, sigur Heri Simonsen millum annað við The Gazette.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo