Lægreglan: Kanningararbeiðið í stóra groomingmálinum, har íalt 16 børn millum 10 og 17 ár hava verið fyri kynsligum ágangi, er liðugt, og málið kemur fyri í Føroya Rætti í morgun.
Misnýtslan er framd á fleiri sosialum miðlum. Tað er serliga farið fram á Snapchat, men tó eisini á TikTok og F3.
Ein maður hevur sitið varðhaldsfongslaður í málinum síðani 22. juni í ár.
Málið kemur fyri í Føroya Rætti í morgun.
Politiið hevur eisini handtikið tveir aðrar menn í sambandi við kanningararbeiðið og skuldsett teir fyri kynsligan ágang móti børnum.
Annar teirra varð handtikin á flogvøllinum í Vágum, tá hann var ávegis til Føroya at hitta eitt av børnunum, sum hann hevði havt samband við á sosialu miðlunum. Av tí at maðurin býr í Dammark, varð tað málið latið politinum í Danmark til víðari kanningar.
Tann triði maðurin vísti seg ikki at vera partur av sjálvum groomingmálinum, men kanningararbeiðið hjá politinum avdúkaði, at hann í fleiri førum hevði havt samlegu við eitt barn, sum tá var undir 15 ár. Sambandið við tað barnið byrjaði eisini á sosialu miðlunum.
Hetta málið varð kannað fyri seg, og dómur fall í Føroya Rætti tann 4. september í ár, har maðurin varð dømdur sjey mánaða treytaleysa fongsulsrevsing. Málið er kært til Eystara Landsrætt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo