Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

NORDIC MUSIC BIZ: Sjeynda árið á rað kunnger NORDIC MUSIC BIZ Top 20 undir 30 vinnarar. Hátíðarhaldið, har heiðurslønirnar verða latnar, verður hildið á by:Larm Festivalinum í Oslo í Noregi 12. september 2024. Annað ár á rað er ein føroyingur umboðaður millum vinnarnar – hesaferð Fríði Djurhuus (30).

Sjeynda árið á rað kunnger NORDIC MUSIC BIZ Top 20 undir 30 vinnarar. Hátíðarhaldið, har heiðurslønirnar verða latnar, verður hildið á by:Larm Festivalinum í Oslo í Noregi 12. september 2024. Annað ár á rað er ein føroyingur umboðaður millum vinnarnar – hesaferð Fríði Djurhuus (30). Á ársins Nordic Music Biz Top 20 Under 30 átakinum avdúkar norðurlendski tónleikaídnaðurin 20 ung talent undir 30, sum eru við til at bera norðurlendska tónleikaídnaðin fram á leið. Nordic Music Biz 20 Under 30 átakið er íverksett av NOMEX (Nordic Music Export).

Hetta sjeynda árið hevur Nordic Music Biz Top 20 Under 30 átakið valt at undirstrika fjølbroytnið í ymiskum geirum og ymiskum sjangrum innan tónleikaídnaðin, sum spegla ríka og fjølbroytna tónleikapallin í norðurlondum.

Handan leiktjøldini spæla hesi ungu profesionellu fólkini ein týdningarmiklan leiklut í at fremja norðurlendskan tónleik og styrkja altjóða árinið, sum norðurlendski tónleikurin hevur, við at koma við nýggjum sjónarmiðum og nýhugsandi íkøstum til tónleikaídnaðin, sum mennir seg alla tíðina.

Hvørt ár velur ein nevnd 20 einstaklingar undir 30, sum verða sæddir sum møguligir framtíðar leiðarar innan ídnaðin. Hesir vinnarar verða heiðraðir á by:Larm Festivalinum – eitt sera týdningarmikið hátíðarhald fyri norðurlendska tónleikaídnaðin, sum verður hildið í Oslo í Noregi. Festivalurin í ár verður 12. september.

Ársins vinnarar í Nordic Music Biz Top 20 Under 30 í 2024 eru valdir við støði í ymiskum metingum, ið fevna um: vøkstur í virksemi teirra, kós og ferð á tónleikalívsleið teirra, viðurkenningina í ídnaðinum, ávirkan á tónleikaídnaðin seinastu tíðina, listarligu menning og nýhugsan teirra, konsertinntøkur, sølu, stroymingardátur, herferðir og eksponering gjøgnum útvarp og sjónvarp.

Vit hava ta stóru gleði at kunna boða frá, at Fríði Djurhuus (30) er at finna millum ársins vinnarar.

Í grundgevingini orðar nevndin seg soleiðis um Fríða:

Fríði Djurhuus – FØROYAR
Fríði Djurhuus er serstakliga virkin innan flestu øki á føroyska tónleikapallinum. Hann arbeiðir fulla tíð sum A&R og sum tónleikakurator. Haraftrat arbeiðir hann við marknaðarføring av tónleiki og við fyriskipan av tónleikatiltøkum, umframt við skráseting av føroyskum tónleiki í føroyska plátufelagnum / plátuhandlinum TUTL, sum gevur út tað mesta av landsins tónleiki. Felagið TUTL hevur verið virkið síðani 1977, og grundreglurnar fyri virksemið hjá felagnum hava altíð verið, at eingin verður avvístur við grundgeving í tónleikinum. Tað snýr seg um at byggja upp føroyska tónleikapallin, og felagið hevur við árunum ment seg til týdningarmesta stovnin i føroyskum tónleiki.

Fríði Djurhuus arbeiðir eisini við at bera føroyskan tónleik fram á ymsan hátt gjøgnum alt frá bóking av tónleikabólkum til marknaðarføring, umframt at arbeiða við trygd á tónleikatiltøkum og selja atgongumerki við dyrnar. Um tú ert til eina konsert í Tórshavn, kanst tú næstan verða vís/ur í, at Fríði antin er til staðar ella onkursvegna hevur okkurt við konsertina at gera. Hesar konsertir eru annaðhvørt konsertir við kendum tónleikarum ella konsertir, hann sjálvur hevur tikið stig til, ella bæði, tað verið seg á G! Festivalinum ella á Skrapt Festivalinum, og á komandi tiltøkum við eksperimenterandi elektroniskum tónleiki á undirgrunds-tónleikapallinum.

Fríði Djurhuus er eisini ein primetime útvarps-DJ, sum leggur dent á at geva føroyingum íblástur til at lurta eftir bæði nýggjari og meira ymiskligum tónleiki. Hann skrivar eisini tónleikaummæli og stjórnar dokumentarum um føroyska tónleikapallin. Lív hansara snýr seg mestsum alt um føroyska tónleikamentan so ella so, og hann er altíð til reiðar at hjálpa, líkamikið um talan er um at at fremja útflutning av føroyskari tónlist ella finna venjingarhøli til ungar tónleikarar, sum hava tørv á tí.

Umframt alt hetta er Fríði eisini ein framtakssamur høgt virðisløntur sosial-politiskur veganskur kvir tónleikari í shitpunk bólkinum, Joe & The Shitboys.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo