Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Bjørg Hofgaard heilsar upp á Siri Andriassardóttur og letur henni blómutyssi.

Andrias Johannessen pápi at Siri við blómutyssinum, ið nú bleiv borið á Hotel Tórshavn.

Bjørg Hofgaard heilsar upp á Siri Andriassardóttur og letur henni blómutyssi.

Andrias Johannessen pápi at Siri við blómutyssinum, ið nú bleiv borið á Hotel Tórshavn.

Hvistan: Í morgun var Keypmannahavn karmur um hálvt maraton, sum ítróttrafelagið Sparta stendur fyri.

Út við 30.000 luttakarar vóru við, teirra millum var Jakob Ingebrigtsen, OL-vinnarin av 5000 metrum í summar.

Veðrið í Keypmannahavn var gott, eini 20 stig, og 2-3 metrar um sekundið, og gøturnar vóru fullar av áskoðarum, ið gjørdu sítt til at tiltakið eydnaðist væl, so umstøðurnar vóru sera góðar.

Fleiri føroyingar vóru við, og lótu flestu teirra sera væl at tiltakinum í dag.

Eitt var tó, sum gjørdi tiltakið heilt serligt fyri Hvistuna, ið er rennifelagið úr Suðuroynni. Tey vóru 20 luttakarar, ið vóru við í tiltakinum, men tað sum gjørdi alt tiltakið heilt serligt var, at ein av limunum í Hvistuni, Bjørg Hofgaard, sum tann seinasti rennarin kom á mál, og kláraði at gjøgnumføra teir 21,1km, og varð fagnað við blómutyssi og heilsan.

Bjørg er 65 ára gomul, og hevur verið virkin limur í Hvistuni síðani felagsskapurin byrjaði. Tá ið hon kom á mál segði hon:

-En sej færing.

Og so legði hon afturat:

-Jeg klarede det, og flere fik ikke gennemført, så jeg er stolt.

Tá heiðursmerkið varð handað Bjørg, og hon var avmyndað, handaði hon Siri Andriasardóttir blómutyssið, og spurdi um hon kundi fáa tað til Hotel Tórshavn sum eina heilsan til tey, ið eru har í sjúkraørindum. Siri tók í móti, og fekk blómutyssið í felagshølini á Venøgade.

Bjørg Hofgaard heilsar upp á Siri Andriassardóttur og letur henni blómutyssi.

Andrias Johannessen pápi at Siri við blómutyssinum, ið nú bleiv borið á Hotel Tórshavn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo