Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fólkaheilsustýrið: Nýggj kanning vísir, at 18% av føroyingum roykja dagliga, og tað er ein nógv størri prosentpartur enn í hinum Norðurlondunum. Gongdin í grannalondunum hevur leingi verið, at alt færri fólk roykja, men hjá okkum stendur at kalla í stað.

Hetta vísa nýggj tøl hjá Fólkaheilsustýrinum úr stóru fólkaheilsukanningini ”Hvussu hevur tú tað?” frá í heyst. Omanfyri 5.000 føroyingar millum 18 og 85 ár luttóku í kanningini. Somu kanningar frá 2015 og 2019 vístu, at ávikavist 19% og 17% av føroyingum royktu hvønn dag, so støðan er so at siga óbroytt.

Á øðrum plássi fyri dagligar roykjarar í Norðurlondum liggur Danmark við 12%, sum er heili seks prosentstig lægri enn í Føroyum. Í hinum endanum liggja Svøríki og Ísland, har 6 % av fólkinum siga seg roykja dagliga.

Ørkymlandi tøl
- Støðan er ørkymlandi, tí vit vita, hvussu vandamikil royking er fyri heilsuna, sigur Bjarni á Steig, stjóri í Fólkaheilsustýrinum. - Vit eiga tí at taka hesi tølini í størsta álvara og arbeiða miðvíst við átøkum, sum kunnu minka um roykingina millum føroyingar.

Sambært kanningini eru fleiri kvinnur enn menn, sum roykja dagliga – ávikavist 19% og 17%. Flestu dagligu roykjararnir hjá kvinnunum eru í aldrinum 35-54 ár, har uml. fjórða hvør kvinna roykir. Hjá monnunum liggur tað meira javnt, og um fimti hvør maður millum 25 og 64 ár roykir hvønn dag.

Í yngstu aldursbólkunum tykist gongdin vera ein onnur, og hjá teimum 18-24 ára gomlu eru tølini týðiliga fallandi. Verður samanborið við 2015 er talið á dagligum roykjarum hjá monnum minkað niður í eina helvt (10%) og hjá kvinnunum niður í ein triðing (7%). Umráðandi er tó at leggja afturat, at tølini fyri aðrar nikotinvørur hjá hesum aldursbólkinum samstundis vaksa greitt sambært somu kanning. Hesi tølini verða klár at leggja fram seinni í vár.

Hugburður til royking
Tað góða er, at omanfyri 80% av teimum, ið roykja hvønn dag, siga, at tey fegin vilja leggja av. Kanningin spyr eisini um hugburð til ymisk fyribyrgingarátøk í sambandi við royking og sølu av tubbaki, og umleið triði hvør heldur, at tað hevði verið eitt gott hugskot, um sølan av tubbaki varð avmarkað til at fara fram á útvaldum støðum so sum einum tubbakshandli e.l.

Fleiri hagtøl og meira kunning um kanningarúrslitini um royking eru at finna á https://folkaheilsustyrid.fo/kunning/77

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo