Føroyingar og grønlendingar skulu sjálvir umseta røður, teir vilja halda á móðirmálinum í Fólkatinginum.
Tað hevur formansskapurin í Fólkatinginum tikið avgerð um.
Heldur ein grønlendingur eina røðu á grønlendskum, ella ein føroyingur eina røðu á føroyskum, so skulu teir aftaná umseta hana til danskt.
- Ein meiriluti í formansskapinum vil ganga ynskjunum á møti og finna eina loysn á máltrupulleikanum, sum fungerar í praksis, sigur formansskapurin, sum eisini ger greitt, at skipanin bert er galdandi fyri málini sum finnast í ríkisfelagsskapinum.
Føroyingar og grønlendingar fáa eyka talutíð og eisini játtan til at seta tulkar í starv. Eisini skulu partar av heimasíðuni hjá Fólkatinginum umsetast til føroyskt og grønlendskt.
Grønlendski fólkatingslimurin Aki Matilda Høegh Dam (myndin) gjørdi vart við seg í mai, tá hon helt røðu í Fólkatinginum á grønlendskum og ikki vildi umseta hana til danskt. Føroysku fólkatingslimirnir hava ikki sagt seg hava ætlanir um at halda røðu á móðurmálinum í Fólkatinginum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo