BirkBloggur: Nú danska stjórnin fer at viðgera avtaluna um film fyri árini 2024-2028, hava tretivu føroysk og grønlendsk filmsfólk sent skriv til danska mentamálaráðharran, Jakob Engel-Schmidt, og mentanarnevndina í Fólkatinginum.
Tað er føroyski leikstjórin, Andrias Høgenni, sum oftast hevur vunnið einastu føroysku filmsvirðislønina, Geytan, og samstundis eisini er limur í Danske Filminstruktører, ið er stigtakari. Myndin omanfyri er tikin, tá hann vann triðja Geytan í 2019.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo