Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

SkF: Skjótisamband Føroya (SkF) hevur úttikið 6 íðkarar, at umboða Føroyar í heimsmeistarakappingini í leirdúgvuskjóting, sum verður í Kroatia, Osijek í døgunum 19. sep. til 12. okt. 2022.

Hetta er fyrstu ferð at SkF úttekur eitt landslið, at umboða Føroyar í eini altjóða skjótikapping.

Áðrenn hava íðkarar, sum hava havt mál at luttaka í altjóða kapping, verði noyddir at umboða danskt felag, og verða úttikin umvegis danska skjótisambandið.

Men við góðari hjálp, hevur tað eydnaðist SkF, at fáa viðurkendan limaskap í altjóða skjótisambandinum ISSF, og kunnu íðkarar nú kappast undir Merkinum, á jøvnum føti við onnur lond í heiminum.

Íðkarar ið fara at umboða Føroyar er hesir.

Trap
Jón Jacobsen
Alex Johannesen
Johnhard Klettheyggj

Skeet
Marius F. Joensen
Tórur Fløtt
Jóannis Joensen

Aftrat hesum verða Esmar Joensen við sum ferðaleiðari í trap ferðaliðinum, og Hans Erik Jensen í skeet ferðaliðinum.

Um eina viku fer eitt annað landslið til norðurlandameistarakapping í Finnlandi. Hetta landslið er samansett av næstan somu íðkarum, sum fara til heimsmeistarakappinga, men Marius og Jón verða ikki við, í teirra stað eru úttikin Jóhann Fløtt og Jeppe S. Bruun.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo