Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Samanborið við onnur lond eru bæði tey heilt ungu og tey eldru nógv meira vinnuliga virkin enn aðrastaðni.

Vinnutíttleikin telur partin av fólkinum millum 15-74 ár, sum kann veita arbeiðsmegi. Vinnutíttleikin er serstakliga stórur í Føroyum samanborið við onnur lond. Vinnutíttleikin í Føroyum er 83,6% og er hægstur í Evropa. 

Um hugt verður nærri vinnutíttleikanum í Føroyum, sæst at longu um 15-19 ára aldur er vinnutíttleikin bæði hjá mannfólki og konufólki um 70%. Í Íslandi er vinnutíttleikin hjá hesum aldursbólkinum 60%, meðan í Danmark er hann knappliga 50% og um 20% í ES sum heild.

Nærum eins stórur er munurin millum tey eldru. Fyri tey 65-69 ára gomlu eru Føroyar í serstøðu við einum vinnutíttleika á stívliga 70% hjá mannfólki og eini 60% hjá konufólki.

Sama er við teim elstu 70-74 ára gomlu, har vinnutíttleikin hjá báðum kynum í Føroyum er um 30%, samanborið við 5-15% aðrastaðni.

Føroysku kvinnurnar skilja seg burturúr
Vinnutíttleikin hjá føroysku monnunum er á næstan sama stigi sum í øðrum londum frá 25 ára aldri til langt upp í 50-ini. Munurin gerst tó serliga sjónskur í teimum heilt ungu og teim eldru aldursbólkunum.

Stórir munir í vinnutíttleika millum økini í Føroyum
Í tali er arbeiðsfjøldin av góðum grundum størst í Suðurstreymi, har mesta fólkið býr. Men í mun til fólkatalið er myndin munandi meira fjølbroytt.

Størsti vinnutíttleikin er í Norðstreymoyar og Suðurstreymoyar økjunum við 85%. Eitt vet aftanfyri er Eysturoy við gott 84%. Aftur eitt vet aftanfyri eru Norðoyggjar og Vágar við knappliga 83%.

Men so er eitt glopp til sunnaru økini. Umleið 79% í Suðuroy og 76% í Sandoyarøkinum.

Minsti munurin millum kynini er í Suðurstreymi við tveimum prosentstigum, samanborið við umleið fýra prosentstig í hinum økjunum í landinum.

Hetta er sjónligt á myndini niðanfyri, har bæði teir reyðu og bláu stabbarnir fyri mannfólk og konufólk eru størstir í Streymoyarøkjunum, og serliga minka suðureftir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo