Føroyar vunnu Lettland 26-19 í landskappingardysti í Høllini á Hálsi í kvøld.
Eftir snópisliga tapið ímóti Luksemborg megnaðu vit bragdið at knógva Italia í gjár og vunnu Lettland sannførandi í kvøld og hava sostatt vunnið bólkin og koma víðari í kappingini um at kvalifisera seg til HM.
Italia endaði á øðrum plássi í bólkinum. Tveir playoff-dystir skulu nú spælast í mars ímóti øðrum liðum sum eru komin víðari.
Hetta er fyrstuferð at føroyskt A-manslandslið spælir seg víðari í eini kapping sum hesari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo