FSF: Fyrrapartin fríggjadagin var lutakast um, hvussu spælt verður í EM-undankappingunum fyri U17-landslið og U19-landslið við gentum, sum eru á skránni í heyst.
Føroyska U17-landsliðið kom í bólk B3, saman við Rumenia, Lettlandi og Georgia. Føroyar vera vertir fyri kappingini, sum verður spæld frá 17. til 23. mars.
Fyri U19-landsliðið við gentum háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk B6, saman við Turkalandi, ið eisini verður vertur fyri kappingini, og Armenia. Kappingin verður spæld frá 3. til 6. apríl.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo