Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Føroyar vóru fríggjadagin 23. august til hoyring í ST-sáttmálanum fyri rættindum hjá einstaklingum ið bera brek – Convention on the rights of persons with Disabilties (CRPD) - sum Føroyar tóku undir við í 2009.

Hoyringin fór fram í høvuðssæti Sameindu Tjóða fyri mannarættindum í Geneve. Hoyringin tók støði í spurningum frá hoyringsnevndini í 2019, svar frá Føroya Landsstýrið í frágreiðing frá 2020, um hvussu Føroyar virka fyri rættindum og íverksetan sambært sáttmálanum, og skuggafrágreiðingini frá MEGD.

Hoyringsnevndin, sum varð umboðað av serfrøðingum á sáttmálaøkjunum vegna limalond í ST,  fegnaðist um luttøku Føroya og setti Føroyum nógvar spurningar um m.a. lóggávu og átøk, ið Føroya Landsstýrið hevur framt á almanna-, barna-, útbúgvingar-, heilsu-, og talgilda økinum. Nevndin viðmerkti m.a. eisini týdningin av at tryggja rættindi hjá áhugafelagsskapum, at verða hoyrd í tilgongdum um lógarsmíð.

Í svari vístu Føroyar m.a. á viðkomandi nýggja lóggávu á økinum, so sum løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, og løgtingslóg um Brekumboð. Eisini varð víst á átøk, so sum Barnaverkætlanina, til frama fyri korum hjá øllum børnum.

Umboð vegna Almanna- og mentamálaráðið, við samskipandi leikluti, Barna- og Útbúgvingarmálaráðið, Talgildu Føroyar vegna Fíggjarmálaráðið og Uttanríkis- og vinnumálaráðið umboðaðu Føroyar til hoyringina. 

Niðurstøður og tilmæli frá hoyringsnevndini verða almannakunngjørd á heimasíðuni hjá Sameindu Tjóðum 6. september, umframt á heimasíðum hjá Almanna- og mentamálaráðnum og Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo