Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum
Evni: Súkklur í Føroyum
Spurningar:
1. Hvussu sær landsstýrismaðurin fyri sær, at Føroyar kunnu blíva eitt súkkluvinarligari land?
2. Hvat kostar ein súkklubreyt pr. kilometur framvið landsvegnum?
3. Hvussu kunnu tunlarnir í Føroyum gerast tryggari fyri súkklur?
4. Hvat kostar tað at seta eina “norska súkklukontakt” upp við tunnilsmunnan?
Viðmerkingar:
Tað eru ikki tær heilt nógvu súkklurnar at síggja á landsvegnum í Føroyum.
Umstøðurnar eru jú ikki nummar eitt til súkklur. Serliga á teimum vegum, har tað er nógv ferðsla. Tá eru súkklur og bilar oftani til ampa fyri hvønn annan. Hetta kundi tó verið annarleiðis.
Til dømis hevur Danmark, so at siga, súkklubreyt framvið øllum landsvegum og í Norra hava tey eina “súkklukontakt”, sum súkklarar kunnu trýsta á, áðrenn teir fara inn í ein tunnil, fyri at ávara bilar um, at ein súkkla er í tunlinum.
Slíkar súkklubreytir og tiltøk skapa munandi betri og tryggari umstøður fyri súkklarar.
Hetta kundi verið við til at fingið fleiri føroyingar at súkkla, til og frá arbeiði, tá ørindi skulu gerast og í frítíðini annars. Hesar somu súkklubreytir høvdu eisini verið til stórt gagn fyri borgarar, ið fara til gongu ella renna ímillum bygdirnar.
Súkklan er eitt sunt alternativ til bilin, sum brennir kaloriur til gagns fyri likamið, heldur enn at brenna olju.
Á Løgtingi, 11. August 2023
Steffan Klein Poulsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo