![U17 Gentur Foroyar Albania 3 0 Des 2023 02](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/7/a/csm_U17_Gentur_Foroyar-Albania_3-0_Des_2023_02_e32e0a3ff0.jpg)
Fegnar U17 gentur, sum næstu dagarnar skulu spæla EM-undankapping í Føroyum - Mynd: www.FSF.fo

FSF: Næstu dagarnar verður nógvur landsliðsfótbóltur á skránni á Tórsvølli og á Ovara vølli í Gundadali.
Føroyar vera nevniliga vertir fyri EM-undankappingini fyri U17 gentur, og umframt Føroyar sum vertsland, vera Rumenia, Georgia og Lettland eisini við í kappingini.
Lagt verður fyri á Tórsvølli sunnudagin 17. mars klokkan 13:00, tá Lettland og Føroyar fara á vøllin. Klokkan 17:00 spæla Rumenia og Georgia.
Sunnudagin 17. mars
Kl. 13:00 Lettland – Føroyar
Kl. 17:00 Rumenia – Georgia
Mikudagin 20. mars
Kl. 13:00 Føroyar – Georgia
Kl. 17:00 Rumenia – Lettland
Leygardagin 23. mars
Kl. 17:00 Føroyar – Rumenia
Kl. 17:00 Georgia – Lettland (á Ovara vølli í Gundadali)
Tað er ókeypis atgongd til allar dystirnar. Í hesum sambandi verður heitt á áskoðararnar um at brúka inngongd J á Tórsvølli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo