Henda greinin hevur ligið ‘í laka’ eina tíð, tí so nógv annað hevur trokað á.
Ísrael hevur stríðst fyri at yvirliva palestinska og sosialistiska antisemitismu.
Sosialistiska stjórnin í USA hevur nú svikið sín trúgva sameinda Ísrael.
Biden vil forera Hamas sigurin yvir Ísrael í Gaza sum í løn fyri terrorin 7/10.
Islamsku veljarar Bidens í Minnesota krevja, at hann svíkur fólkastýrda Ísrael.
Tó vóna vit og vænta, at savningarstjórnin í Jerusalem hælar Hamas í hel.
Tann sterki Trump ruddaði ISIS av verðini og forðaði so nýggjum kríggjum.
Tann bleyti Biden hevur latið 4 kríggj bresta á, 1 í Evropa og 3 í Miðeystri.
Hesin kloddin hevur gjørt tað til siðvenju hjá USA at byrja og so at tapa kríggj.
Vilt tú frið, so dubba teg til kríggj. Styrki forðar fyri og veikleiki eggjar til kríggj.
Føroyar og Ísrael mangt felags
Ná, men aftur til sammetingina í áðni: Føroyar og Ísrael líkjast á ymsan hátt.
Tó ikki í aldri, tí Ísrael er 3.000 ár (Dávid) og føroyingar bert 1000 ára ‘gamlir’.
Nú er ongin av gomlu fíggindum Ísraels eftir á jørðini, og jødarnir strála enn.
Men í nýggjari tíð er Ísraels søga og Føroya als ikki so ólíkar.
Eitt nú fekk Løgtingið ávíst lóggávuvald í 1948. Árið, tá Ísrael varð stovnað.
Vit vóru so undirment, at vit tóku hálva loysn, men Ísrael tók stigið fultút.
Tá vóru londini ‘pinkulond’, Føroyar taldu 35.000 og Ísrael 700.000 íbúgvar.
Føroyska tjóðskaparrørslan og ísraelska Zionisman kyknaðu síðst í 19. øld.
Føroyar áttu okkara V.U. Hammershaimb, ið gav okkum føroyskt skriftmál.
Ísrael átti sín Eliezar Ben-Yehuda, ið kveikti gamla bíbliumálið, Hebraiskt.
Føroyar fingu okkara Jóannes bónda, og Ísrael sín Theodor Hertzl, zionist.
Menning Føroya og vøkstur Guds ‘lyftislands’ síðan ár 1800 sær soleiðis út:
Tá búðu 5.000 fólk í Føroyum, og 90.000 jødar millum Jordan og Miðjarðhav.
Í 1900 var talið á føroyingum 3-faldað og talið á jødum í Ísrael eisini 3-faldað.
Fátæk og ábær lond um aldamótið
‘Fátæka...brimbarda...fámenta land og fólk’, kvað okkara fólkakæri Effersøe.
‘Eitt vónleyst, berligt og hjartabrotið land’, skrivaði Mark Twain um økið Ísrael.
Men føroyski fólkaviljin og jødiski tjóðarviljin vóru stálsettir til at byggja land.
Og tó, fyritreytirnar at skapa góð livilíkindi vóru ringar í báðum londum.
Føroyar føddu frá náttúrunar hond fá fólk, og Ísrael var eitt mýri- og oyðilendi.
Men vit lærdu at troyta hetta ‘fongríka hav’. Jødar fingu oyðimørkina at blóma.
Føroyar eru eitt av vátastu og Ísrael eitt av turrastu londum í heiminum.
Vit sótu inni í regni og sungu ‘Himmalska sólskin’. Jødarnir sveittaðu í veltunum.
Men hava tamt regnið til vatnorku, framleiðslu og drekkivatn til alt fólkið.
Ísrael gagnnýtir, reinsar, endurnýtir og avsaltar sítt vatn betur enn nakar annar.
Fremsta fiskitjóð og landbúnarland
Síðan 1948 er føroyska fólkatalið 2-faldað, og talið á jødum í Ísrael 10-faldað.
Vit fiska 0,6 mió tons árliga, 11 tons pr. høvd. Tað er 10-falt meir enn í 1956.
Vit ala 90.000 tons av laksi úr ongum í 1997. Útflutningsvirðið er nú 13 mia kr.
Staturin Ísrael byrjaði sum demokratiskt men kollektivistiskt landbúnaðarland.
Ísrael er nú einasta hátøknis, kapitalistiska og fólkastýrda ídnarland í Miðeystri.
Ísrael hevur fleiri hátøknifyritøkur skrásettar hjá NASDAQ enn alt ES!
Ísraelska GDP er 2-faldað eftir bert 20 árum upp í $50.000 per íbúgva í miðal.
(Tað er 10-15 ferðir ríkari pr. íbúgva, enn øll tey muslimsku grannalondini).
Føroya GDP er 2-faldað eftir 2010, nú $60.000 p.c. og ájavnt okkara grannum.
Danmark hevur verið Føroya mesti og besti stuðul politiskt og búskaparliga.
USA hevur verið Ísraels mesti og besti politiski og búskaparligi bakkur (til nú).
Tvey Guds undurverk, hvørt á sín hátt
Bíblian kallar Ísraels fólk ‘Guds eygnastein’. Ísrael er eitt Guds undurverk.
Tann forrætturin hevur søguliga kostað dýrt, stríð, jagstran, neyð og deyða.
Føroyar hava trúð á og biðið til Ísraels Gud í 1000 ár. Vit eiga eisini Sonin.
Føroyar eru undantak, eindømi og eitt Guds undurverk á okkara breiddarstigi.
Sjón gongur fyri søgn, at Ísrael í 3.000 og Føroyar í 1.000 ár hava verið signað.
Tímiligu signingarnar hava í okkara tíð verið ómáldar og náðin ótømandi.
Føroyar eru heimsins sólkargasta stað (Google) við bert 850 sóltímum um árið.
Ísrael hevur 3.400 sóltímar árliga, 4-falt fleiri enn Føroyar og heldur ríviligt.
Men Ísrael eigur onga olju og lítið vatn til sítt 10-faldaða íbúgvatal síðan 1948.
So lítið regn fellur í sólbrenda Ísrael, at vatn verður nevnt 600 ferðir í Bíliuni.
Men so raskt er tað fólkið, at tey hava 10-faldað sítt drekkivatn síðan 1948.
80% av teirra drekkivatni er avsalaður sjógvur, 267 litrar um dagin pr íbúgva.
Tað ísraelska bragdið er nóg spennandi til eina seinni grein.
Lat Biden eiga Hamas, sosialistar og palestinar.
Vit siga Shalom til Ísrael
Óli Breckman
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo