Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskimálaráðið: Føroyar og Ísland hava gjørt avtalu um fiskiveiðiavtalu fyri 2023. Avtalan varð gjørd á fundi 6. desember 2022 millum Árna Skaale, fiskimálaráðharra, og Svandís Svavarsdóttir, matvørumálaráðharra.

Avtalan, sum er tann sama sum avtalan fyri 2022, ber í sær, at føroysk skip eins og árini framman undan kunnu fiska botnfisk og uppsjóvarfisk í íslendskum sjógvi og íslendsk skip uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi.

Avtalan ásetir, at føroyska botnfiskakvotan eins og áður verður 5.600 tons, harav upp til 2.400 tons av toski og upp til 400 tons av brosmu. Føroyska lodnukvotan verður framhaldandi 5% av heildarkvotuni, sum Ísland, Grønland og Noreg áseta, men tó í mesta lagi 30.000 tons.

Atgongdin at fiska svartkjaft og norðhavssild hjá hvørjum øðrum heldur fram sum undanfarin ár. Hetta merkir, at londini kunnu fiska hesar kvotur í síni heild inni hvør hjá øðrum. Av beinleiðis kvotu fær Ísland 1.300 tons av makreli frá Føroyum; hetta er eisini óbroytt í mun til undanfarin ár.

Føroyar og Ísland hava í heyst skrivað undir ein rammusáttmála, sum skipar fiskiveiðisamstarvið millum londini av nýggjum. Sáttmálin kemur ístaðin fyri semjuna landanna millum frá 1976 og fær gildi, tá Løgtingið og Altingið hava tikið undir við honum.

Fiskiveiði­samráðingarnar millum Føroyar og Ísland hava higartil altíð verið á politiskum stigi, men við nýggja sáttmálanum verður lagt upp til, at tær fara at vera á embætismannastigi. Um Løgtingið og Altingið taka undir við rammusáttmálanum, verður fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Ísland fyri 2023 sostatt tann seinasta, sum er gjørd á politiskum stigi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo