Eftir sigurin mikukvøldið, tá manslandsliðið hjá Føroyum vann á heimavølli, er tað nú Rumenia sum hevur heimavøll. Dysturin byrjar klokkan trý.
FM1 sendir beinleiðis útvarp frá dystinum og KvF sendir beinleiðis sjónvarp.
Hondbóltssambandið skrivar, at eftir dystin mikukvøldið fingu føroyingar av álvara hug at síggja hondbólt, og tað bleiv útselt til heimadystin ímóti Ukraina, sum verður 26. apríl.
Seinasti dysturin í undankappingini er á útivølli móti Eysturríki í býnum Bregenz, sunnudagin 30. apríl.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo