Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-120/2023, frá Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinnu, settur landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um tvískattaavtalum, sum eru viðkomandi fyri Føroyar.

Spurningarnir eru soljóðandi:

- Ætlar landsstýriskvinnan í fíggjarmálum at arbeiða fyri at knýta Føroyar uppí tær donsku tvískattaavtalurnar?

- Um ja, hvørji lond verður hugsað um eru viðkomandi, og nær kann væntast, at málið kann loysast, og eitt úrslit spyrjast burturúr? Um nei, hvørjar eru orsakirnar til, at tað ikki verður gjørt?

Svar til spurning nr. 1
Føroyar kunnu gera tvískattaavtalur upp á tveir ymiskar mátar. Antin við at samráða seg til sína egnu avtalu ella við at seta seg í samband við donsku stjórnina við atliti til at víðka eina danska avtalu til eisini at fevna um Føroyar. Fyrstnevndi háttur er serliga viðkomandi,                         

  • um Danmark ikki hevur eina tvískattaavtalu við viðkomandi land,

  • um okkara ynskir ikki kunnu rúmast innanfyri karmarnar í einari danskari avtalu ella

  • um danska avtalan als ikki kann víðkast til eisini at fevna um Føroyar.

Sum er eru tað tvær danskar tvískattaavtalur, sum eisini fevna um Føroyar. Talan er um avtalurnar við ávikavist India og Sveis. Áður hava eisini aðrar danskar tvískattaavtalur verið galdandi fyri Føroyar, m.a. avtalan við Eysturríki.

Fyrr í vár var ein fundur millum miðfyrisitingina og umboð fyri vinnuna í Føroyum. Eitt úrslit, sum spurdist burturúr fundinum, var, at ein arbeiðsbólkur varð settur til tess at lýsa tørvin á fleiri tvískattaavtalum, so at ein raðfestur listi yvir tey mest viðkomandi londini kundi gerast. Arbeiðsbólkurin er mannaður við umboðum fyri Vinnuhúsið, TAKS og Fíggjarmálaráðið.

Vinnuhúsið hevur samskipandi leiklutin í arbeiðsbólkinum

Tað hevur higartil  bert verið ein fundur í nevnda arbeiðsbólki, so enn er ov tíðliga at siga, hvørji lond Føroyar mest sannlíkt fara at raðfesta.

Svar til spurning nr. 2
Mikudagin í hesi vikuni verður fundur millum umboð fyri føroysku miðfyrisitingina og umboð fyri landsfyrisitingina í USA. Eitt evni á dagskránni til fundin er júst ein møguligur tvískattasáttmáli millum Føroyar og USA.

Víst verður annars til svarið upp á spurning nr. 1.

Tinganes, tann 15. mai 2024
Ruth Vang
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo