Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstova Føroya: Nettoskuld føroyinga uttanlands var 2,5 milliardir krónur í 2022. Hetta kemst serstakliga av, at fyritøkur tóku nøkur stór lán hetta árið. Í 2023 er nettoognin komin upp á 5,1 milliard krónur. Hetta er ein vøkstur í nettoognini uppá 7,6 milliardir krónur. Ein orsøk til stóru broytingina er, at virði á virðisbrævaognunum uttanlands vóru lág í 2022, men hækkaðu aftur í 2023. Samstundis minkaði virðið á virðisbrævognunum hjá útlendingum í føroyskum fyritøkum.

Allir geirar hava økt um nettoogn teirra. Fíggjar- og tryggingarfyritøkurnar hava økt um nettoognina við eini knappari milliard krónum, tí ognin er vaksin, og skuldin er minkað. Vinnufyritøkurnar hava seinastu árini havt eina nettoskuld til útlandið á umleið 15 milliardir krónur í miðal. Tó nakað hægri í 2022, tí fyritøkurnar tóku nøkur stór lán hetta árið. Skuldin er tó minkað nógv aftur í 2023.

Tað almenna hevur vaksið um sínar ognir uttanlands við hálvaaðrari milliard krónum. Uttanlandaskuldin er vaksin við kvartari milliard, sostatt er nettoognin vaksin góðar 1,2 milliardir krónur.  

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo