Hagstovan: Arbeiðsloysið er minkað seinasta árið og er á sama stigi sum áðrenn korona. Føroyar hava lutfalsliga lægsta arbeiðsloysið í Evropa - serliga er tað lágt hjá føroyskum kvinnum.
Arbeiðsleys eru fólk, sum einki arbeiði hava, eru virkin at leita sær arbeiði og eru til reiðar at byrja at arbeiða innan tvær vikur.
Í hesari grein verða tøl nýtt úr altjóða sambærligu arbeiðsfjøldarkanningini, sum verður gjørd árliga í november. Arbeiðsloysistalið í kanningini er ikki sambærligt við tey arbeiðsloysishagtølini, sum koma út mánaðarliga. Tey mánaðarligu arbeiðsloysistølini eru einans grundað á skráir hjá ALS og Almannaverkinum, ið bert fevnir um fólk í aldrinum 16 til 66 ár. Harafturímóti verður árliga arbeiðsfjøldarkanningin gjørd upp úr bæði almennum skráum og eini spurnakanning av teimum, ið ikki eru skrásett í arbeiðsloysisskipanum, og fevnir um fólk í aldrinum 15 til 74 ár. Kanningin fevnir tískil um fleiri, bæði tí aldursbólkurin er størri, og tí hon eisini fevnir um fólk uttan fyri arbeiðsloysisskipanirnar.
Arbeiðsfjøldarkanningin er gjørd í samsvari við ásetingum frá altjóða arbeiðarafelagnum ILO undir ST. Hetta tryggjar, at tølini kunnu samanberast við hagtøl úr øðrum londum. Eftir hesum ásetingum verður aldurspennið 15 til 74 ár nýtt.
Fleiri arbeiðsleysir menn enn kvinnur
Arbeiðsloysið í Føroyum er niðri á sama stigi sum í 2019, áðrenn koronafarsóttin rakti. Arbeiðsloysið hevur verið minkandi síðan 2021.
Arbeiðsloysið hjá monnunum er ikki minkað við somu ferð sum hjá kvinnunum. Tað er 1,7 prosent hjá monnum, sum er 0,6 prosentstig hægri enn 2019. Arbeiðsloysið hjá kvinnunum er 0,9 prosent, sum er 0,5 prosentstig lægri enn 2019. Í tali eru tað 304 arbeiðsleysir menn og 130 arbeiðsleysar kvinnur. Sostatt eru tvær ferðir so nógvir arbeiðsleysir menn sum kvinnur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo