Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Heini Ziskason Viðoy, nýggjur FIFA dómari, og Jógvan Breckmann, nýggjur FIFA hjálpardómari - Mynd: Privat

Heini Ziskason Viðoy, nýggjur FIFA dómari, og Jógvan Breckmann, nýggjur FIFA hjálpardómari - Mynd: Privat

Heini Ziskason Viðoy, nýggjur FIFA dómari, og Jógvan Breckmann, nýggjur FIFA hjálpardómari - Mynd: Privat

FSF: – Hetta vóru sera góð boð at fáa, og eg gleði meg til tær avbjóðingar, ið nú standa fyri framman, sigur Heini Ziskason Viðoy, sum í farnu viku fekk boðini, at hann nú er góðkendur FIFA dómara.

26 ára gamli Heini Ziskason Viðoy hevur virkað sum dómari síðani 2016, og í fjør dømdi hann sínar fyrstu dystir í fremstu deildini hjá monnum.

Eisini Jógvan Breckmann hevur staðið royndina, og kann nú kalla seg altjóða hjálpardómari. Jógvan Breckmann er 32 ár, og hevur verið partur av føroyskari fótbóltsdøming seinastu 14 árini, har av fimm ár sum hjálpardómari í bestu mansdeildini.

Føroyar hava nú tveir FIFA dómarar, Jóhan Hendrik Ellefsen og Heini Viðoy, og fýra altjóða hjálpardómarar, sum eru Dan Højgaard, Jan Hermansen, Jørleif Djurhuus og Jógvan Breckmann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo