Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Føroyar, Grønland og Danmark taka við formansskapinum í Arktiska ráðnum í mai 2025.

Semja er um, at Grønland fær leiðandi leiklutin sum formaður í Arktiska ráðnum, nevnt Senior Arctic Official Chair, meðan Føroyar taka við varasessinum, Deputy Senior Arctic Official Chair. Danmark varðveitir leiklutin sum formaður fyri felags sendinevndina hjá ríkinum í Arktiska ráðnum, har Føroyar og Grønland eisini verða umboðað. 

Havið verður ein av høvuðsraðfestingunum í formansskránni, og verða tað Føroyar, ið fáa ábyrgd av havskránni. Í samstarvi við føroyskar myndugleikar er arbeiðsætlan fyri havið orðað, sum setur út í kortið, hvørjar raðfestingar formansskapurin ynskir, at arbeiðsbólkarnir í Arktiska ráðnum skulu arbeiða við komandi formansskeið. Fróðskaparsetur Føroya og aðrir viðkomandi partar verða somuleiðis vertir fyri komandi UArctic ráðstevnuni, sum verður hildin í Føroyum í 2026.

- Arktiska ráðið er høvuðspallur fyri reglubundnum samstarvi millum arktiskar tjóðir, upprunafólk og viðkomandi áhugapartar, m.a. granskingarumhvørvið. Fyri Føroyar hevur tað verið avgerandi, at okkara støða í Arktis verður greitt endurspeglað í formansskapinum, umframt, at føroysk áhugamál síggjast aftur í formansskránni. Við støði í arktiska politikkinum, sum varð einmælt samtyktur í vár, fara vit at stuðla undir arbeiðið í Arktiska ráðnum og einum styrktum mótstøðuføri í arktiska økinum, og virka fyri, at fólkaræðislig burðardygd verður stavnhaldið, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.

Føroyar, Grønland og Danmark hava formansskapin frá mai 2025 til mai 2027.

Felags tíðindaskriv kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo