Havstovan: Í januar 2024 fór fram formansfundur hjá Altjóða Havrannsóknarstovninum (ICES) og høvdu Føroyar (Havstovan) eitt umboð á fundinum.
Helga Bára Mohr Vang hevur átikið sær uppgávuna at leiða “North Western” arbeiðsbólkin (NWWG) næstu trý árini. NWWG er tann arbeiðsbólkurin í ICES, sum umsitur stovnsmetingar og ráðgeving av botnfiskastovnum í norður-vestur Atlantshavi. Hetta eru havøkini kring Føroyar, Ísland og Eysturgrønland. Síðstu ferð Føroyar høvdu formanskapin var í 2012-2014, og tá var Petur Steingrund formaður.
NWWG er ein av elstu arbeiðsbólkunum í ICES og var settur á stovn í 1950’unum og útgav sína fyrstu frágreiðing í 1961. Jákup Sverri Joensen, fyrsti føroyski fiskifrøðingur, var tá føroyska umboðið í bólkinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo