Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hoyrdi eg rætt, tá formaðurin í Tjóðveldi, segði at “Føroyar ongantíð hava verið nærri við at verða eitt ordiligt land.”

Sambandsfólk hava ongantíð verið í iva um, at Føroyar eru eitt ordiligt land, og vit taka fulla ábyrgd av teimum avgerðum vit taka vegna Føroyar. Tað kundi Tjóðveldi lært av, ikki altíð at geva hinum skyldina.

Sambandsflokkurin stendur fyri tryggleika, frælsi og menning í ríkisfelagsskapi við Danmark og Grønland. Vit eru heimsins frælsasta fólk í heimsins besta landi.

Ríkisfelagsskapurin snýr seg um tryggleika og samanhald, og Sambandsflokkurin vil gera alt fyri at halda hesa tryggu kós, sum gevur frælsi og møguleikar í einum vælvirkandi samstarvi við Danmark og Grønland.

Hóast londini í ríkisfelagsskapinum onkuntíð eru ósamd um viðurskifti, har áhugamálini ikki eru tey somu, so finna vit loysnir og tillaga okkum. Yvirskipað loysir tað seg best fyri allar tríggjar tjóðirnar at standa saman á altjóða pallinum. Vit skulu áhaldandi finna smidligar loysnir og beina markaforðingar av vegnum.

Føroyingar eru vit, óansæð um vit eru innanfyri ella uttanfyri ríkisfelagsskapin. Hetta snýr seg ikki um, hvørt føroyski tjóðskapurin er hóttur, soleiðis sum ávísar ræðumyndir vera málaðar. Nei hetta snýr seg um, hvørjum størri samanhangi føroyska tjóðin vil vera partur av í einum tíverri alsamt ótryggari heimi. Tí eiga vit at síggja hesi viðurskifti meira yvirskipað.

Sambandsflokkurin arbeiðir hinvegin fyri, at vit hava smidligar skipanir millum londini í ríkisfelagsskapinum, har tað skal vera lætt at flyta seg runt, búleikast og gera brúk av øllum møguleikunum hetta gevur.

Ríkisfelagsskapurin er eisini ein lopfjøl hjá okkum út í heim, har vit umvegis danska ríkisborgararættin fáa atgongd til ES-skipanir. Og saman við Danmark og Grønlandi í NATO eru vit væl vard sum ein sjálvsagdur partur av Vesturheiminum.

Bárður á Steig Nielsen,
formaður í Sambandsflokkinum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo