Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum saman við føroysku UNESCO-nevndini og umboðum fyri Almanna- og mentamálaráðið og Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum saman við føroysku UNESCO-nevndini og umboðum fyri Almanna- og mentamálaráðið og Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum saman við føroysku UNESCO-nevndini og umboðum fyri Almanna- og mentamálaráðið og Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Almanna- og mentamálaráðið: Tað heldur Føroyska UNESCO-nevndin, ið mælir Landsstýrinum til at skunda undir, at Føroyar fáa eina UNESCO-innskriving sum heimsarv á World Heritage List, sum Global UNESCO Geopark ella sum Man and Biosphere-øki. 

- Í Norðurlondum eru fleiri enn 70 støð, ið eru innskrivað sum UNESCO-heimsarvur, -geopark ella -biosferuøki. Hett eru støð, ið á hvønn sín hátt tryggja menning og varðveiting av okkara náttúru og mentanararvi, sigur Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum og formaður í føroysku UNESCO-nevndini, sum í vikuni handaði Sirið Stenberg tilmæli um innskriving av føroyskum UNESCO-staði.

UNESCO-støðini varðveita og økja vitanina og tilvitið um mentanar- og náttúruvirði, um jarðfrøði, plantuvøkstur og djóralív við virðing fyri siðaarvi á staðnum. UNESCO-støð eru eisini týðandi liðir í samfelagsmenningini, og virka sum drívmegi í staðbundnari vinnumenning, eitt nú í menning av burðardyggum landbúnaði og ferðavinnumenning, har dentur verður lagdur á burðardygga, búskaparliga og trivnaðarliga menning heldur enn á øktum tali av ferðafólki.

- Ein UNESCO-innskriving tryggjar menning og vernd av okkara einastandandi náttúru og mentanararvi og ger Føroyar sjónligar í altjóða høpi. Eg haldi at tað er upp á tíðina, at vit seta gongd á hetta virðismikla arbeiði fyri Føroyar, og eg fari at taka málið upp í landsstýrinum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, sum eisini varðar av UNESCO-nevndini.

Kring heimin eru 1223 heimsarvsstøð, 213 geoparkir og 759 biosferuøki.

UNESCO-heimsarvstøð, hava náttúru og mentanarlig virði, ið eru einastandandi og týðandi fyri heimin. Endamálið við innskriving á heimsarvslistan er at verja og varðveita støðini fyri komandi ættarlið. Dømi um heimsarv eru Thingvellir í Íslandi, Kronbor í Danmark og pyramidirnar í Giza.

Geoparkir eru øki, ið hava serligan jarðfrøðiligan týdning. Dentur verður lagdur á kunning um jarðfrøðiligu virðini og burðardygga menning, eitt nú innan ferðavinnu. Geoparkir eru eitt nú í Hetlandi, á Azorunum og á Reykjanesi í Íslandi,

Biosferuøki virka fyri javnvág millum náttúruvernd og burðardyggari samfelagsmenning. Dømi um biosferuøki eru Møns Klint í Danmark og Nordhordland í Noregi. Snæfellsnes í Íslandi hevur fyrr í ár søkt um at gerast biosferuøki. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo