![U17 Gentur Foroyar Albania 3 0 Des 2023 01](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/e/a/csm_U17_Gentur_Foroyar-Albania_3-0_Des_2023_01_a2d4ad60a5.jpg)
Í døgunum 17. til 23. mars vera Føroyar vertir fyri EM-undankappingini fyri U17 gentur - Mynd: www.FSF.fo

FSF: Lettland, Georgia og Rumenia vera føroysku mótstøðulondini, tá bólkur B3 í EM-undankappingin fyri U17 gentur verður í Føroyum í døgunum 17. til 23. mars.
Leikskráin fyri kappingina er nú klár, og fyri okkara gentur merkir tað, at fyrsti dysturin verður móti Lettlandi sunnudagin 17. mars klokkan 13:00 á Tórsvølli.
Allir dystirnir, undantikið dysturin millum Georgia og Lettland í síðsta umfari, verða spældir á Tórsvølli.
Sunnudagin 17. mars
Kl. 13:00 Lettland – Føroyar
Kl. 17:00 Rumenia – Georgia
Mikudagin 20. mars
Kl. 13:00 Føroyar – Georgia
Kl. 17:00 Rumenia – Lettland
Leygardagin 23. mars
Kl. 17:00 Føroyar – Rumenia
Kl. 17:00 Georgia – Lettland (á Ovara vølli í Gundadali)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo