Eftir at nýggja stavsetingarorðabókin hjá Málráðnum varð løgd fram á føðingardegi Hammershaimbs, hava kvinnufeløg kring landið klagað um, at málið er vorðið óneyðuga mannfólkakent.
- Summa staðni við reinum lugarpráti, sigur ein klagari, ið vil verða ónevnd.
Tað er Føroyamál, sum er mannað við sjey kvinnum, ið hevur móttikið klagurnar og í dag hevur vent sær til VP at slætta sjógvin.
- Ringasta dømið er um sjálva kynsaktina, har mannkynið einsamalt er sloppið at ráða fyri leiki, sigur forkvinnan, Amalia í Norðurtoft.
- Eitt er at skera burtur gamla týdningin, sum fyrr stóð í orðabókunum, og merkti at skera við óhvøssum knívi. Í dag stendur bara tann merking, sum er uppi á okkara døgum, sigur Amalia, og leggur afturat:
- Tað ringasta er, og hetta hava vit sjey kvinnur í nevndini tikið upp á fundi her norðuri, tað er at Málráðið letur tað eina og áleina upp til mannin at leggja upp til og gjøgnumføra kynsaktina.
- Hetta er óhoyrt, og vit fara at kæra hesa orðing til Javnstøðunevndina. Hetta er so sexistiskt og langt úti, at tað hoyrir onga staðni heima, sigur ein avgjørd Amalia í Norðurtoft vegna nevndina í Føroyamáli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo