Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyaleikirnir 2021 eru nú av. 1260 luttakarar hava kappast í 19 ymsum ítróttagreinum í Vági, Klaksvík, Runavík og í Havn.

Tað hevur verið ein fragd at eygleitt okkara ítróttafólk hesara fýra dagarnar. Gleðin um aftur at sleppa at kappast var sjónlig og sást aftur á øllum smílunum, ið vóru at síggja til kappingarnar kring landið.

Føroyaleikirnir hava eydnast betur, enn vit høvdu ímyndað okkum. Ítróttafólk, hjálparfólk, kommunur og samstarvsfelagar hava staðið saman um tiltakið, og tí er eingin ivi hjá ítróttasambandinum um, at leikirnir skulu haldast aftur í komandi ári.

Í 2022 verða leikirnir frá hósdegnum 30. juni til sunnudagin 4. juli. Ætlanin er, at leikirnir altíð koma at liggja fyrsta vikuskiftið í juli annaðhvørt ár.

Leikirnir kundu longu í ár havt munandi størri luttøku, tí heili 400 útlendingar høvdu boðað frá, at tey komu til Føroya at luttaka á leikunum. Orsakað av koronu endaði talið á útlendingum á 35 luttakarum.

Málið hjá ÍSF er, at leikirnir við tíðini fara at vaksa, og vit ímynda okkum, at samlaða talið av luttakarum á Føroyaleikinum fer at liggja um 5000, har av 2000 eru útlendingar. Hetta fer at geva okkara ítróttafólkum eina heimliga gularót.

Føroyaleikirnir fingu eina betri byrjan, enn vit høvdu torað at droymt um, og vit vilja fegin takka øllum, sum luttóku og hjálptu til at gera fyrstu Føroyaleikirnar til veruleika.

Við ítróttakvøðu

Ítróttasamband Føroya

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo