Fyrstu Føroyaleikir nakrantíð vórðu settir á Tórsbreyt í kvøld. Við horntónleiki, røðum og íðkarum í góðum kappingarhýri, kundi Heðin Mortensen, borgarstjóri, seta leikirnar.
Føroyaleikir 2021 verða hildnir fýra støð í Føroyum í løtuni. Flestu íðkarar - einir 500 í tali - kappast í høvuðsstaðnum.
Her er setanarræðan hjá Heðini Mortensen.
- Góðu íðkarar og tit onnur, sum eru komin til hesa hátíðarligu setanina í dag. Vælkomin øll somul!
- Hetta eru jú vælkendar umstøður her á Tórsbreyt. Her hava mong tykkara havt nógvar góðar løtur. Og í dag er ein serligur hátíðardámur, nú fløggini veittra kring okkum.
- Tá ið Oyggjaleikirnir á Guernsey í 2021 vórðu útsettir vegna koronu, tók ÍSF eina skjóta avgerð: “Vit skipa fyri aðrari líknandi stevnu í Føroyum”.
- Og her eru vit so til fyrstu Føroyaleikir nakrantíð!
- Tit íðkarar, avvarðandi og nógv onnur gleddu tykkum nógv til Oyggjaleikirnar á Guernsey. Men tá ið tað bleiv mett at verða skilabest at útseta leikirnar, so kunnu vit ikki siga annað enn, at nakað gott og positivt eisini er komið burtur úr hesum.
- Tí ætlanin er, at Føroyaleikir verða afturvendandi. Ja, nemliga ein afturvendandi summarkapping. Hetta er spennandi fyri allan føroyskan ítrótt.
- Hetta gevur tykkum eina stóra kapping at venja fram ímóti annaðhvørt ár – tað árið, tá ið Oyggjaleikirnir ikki eru.
- ÍSF skipar saman við ymsu sersambondunum fyri leikunum. Fyrireikingarnar hava verið nógvar, og øll tit mongu, sum hava verið við til at leggja hetta megnar tiltakið til rættis, skulu hava eina stóra tøkk uppiborna fyri innsatsin.
- Tá Tórshavnar kommuna bleiv spurd um at hjálpa til við tiltakinum, vóru vit til dystin fús beinanvegin, og vit hava frá fyrsta degi givið leikunum alla vælvild. Tórshavnar kommuna hevur spent seg út við góðum kørmum um Føroyaleikirnar, og vit syrgja fyri, at allir íðkarar í ymsu ítróttargreinunum hava góðar umstøður til kappingarnar.
- Áhugin fyri Føroyaleikum er sera stórur, og tað er eisini stuttligt, at tey sambondini, ið vanligt ikki hava so nógvar altjóða kappingar, síggja nógvar møguleikar í Føroyaleikunum. Ætlanin er nemliga, at hetta kann gerast ein summarstevna, har eisini gestir koma til Føroya at kappast annaðhvørt summar.
- Summi sambond hava longu tosað við útlendskar íðkarar, og áhugin fyri Føroyaleikunum vísir seg at vera sera stórur. So tað verður spennandi at fylgja við leikunum árini fyri framman!
- Komandi dagarnar verða nógvar kappingar á skránni. Meira enn 1100 luttakarar eru við til Føroyaleikirnar og av hesum eru tit 500 luttakarar í Havn. Og kappingarnar spenna víða frá frælsum ítrótti uttandura til badminton og annan ítrótt innandura.
- Hyggja vit at veðurforsøgnini, so verða teir karmarnir eisini góðir. Hann sigur sól og avbera gott summarveður. So allir karmarnir kring hesa summarstevnuna eru framúr.
- Vit hava stútt og støðugt útbygt umstøðurnar til ítrótt í Tórshavnar kommunu. Við nýggjum vøllum og útbygdum hallum taka vit ímóti vaksandi tørvinum, sum ítrótturin spyr eftir.
- Og við tykkum øll í dag skal eg eisini siga púra greitt: Vit eru til reiðar at hýsa Oyggjaleikunum.
- Karmarnir kring ítróttina eru góðir, og tí bjóða vit okkum eisini fram at halda Oyggjaleikirnar í Føroyum skjótast til ber. Vit hava hentleikarnar, og møguleikarnir at gista í høvuðsstaðnum eru avbera góðir.
- At vera vertur fyri Oyggjaleikunum í Føroyum merkir, at eini 2-3.000 ítróttarfólk, venjarar og hjálparfólk saman við nógvum øðrum koma til Føroya. Hetta vil skapa stórt avleitt virksemi fyri flutningsfyritøkur, hotell-, gistingar- og matstovuvirksemi, handilsvinnuna og onnur. So her liggur eisini ein stór inntøka til okkum umframt tær spennandi ítróttarligu upplivingarnar sum tit íðkarar og allir áskoðarar fáa.
- Men fyrst hava vit Føroyaleikirnar. Hetta er positivt fyri tykkum øll, og eg vóni, at tit fáa nakrar góðar dagar við spennandi avbjóðingum.
- Við hesum orðum lýsi eg Føroyaleikirnar 2021 at vera settar, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo