Mikukvøldið 6. desembur kl. 19,00 verður Føroyahúsið á Vesterbrogade í Keypmannahavn ramman um eitt tiltak, har skift verður orð um Føroyar, Russland og ES:
- Hvussu eru viðurskifti Føroya við ávíkavist ES og Russland?
- Hvørjar avbjóðingar og møguleikar eru fyri handilsavtalu við ES?
- Er ein framtíð fyri Føroyar uttan fiskiavtalu við Russland?
Luttakarar verða: Petra Matilde Jørn, sum granskar í uttanríkismálum við atliti at Føroyum, Sjúrður Skaale, Fólkatingslimur, Jóannes V. Hansen, sendimaður Føroya í Keypmannahavn og Torsten Laksafoss Holbek, kandidatur til ES parlamentsvalið 9. juni fyri Venstre.
Torsten Laksafoss Holbek er fyriskipari av tiltakinum.
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo