FøroyaTele-deildin, menn: Føroyameistararnir úr Mjølni sleppa ikki undan at átaka sær leiklutin sum favorittur, nú landskappingin í mansflogbólti byrjar aftur um vikuskifti. Ein serlig orsøk til tað er, at liðið hevur fingið ein sera munagóðan styrk í afturvenda leikandi venjaranum Philip Freere
Sjálvt um tað er sjáldan, at ein leikari vinnur nakað einsamallur í flogbólti, so kann ein leikari hava so stóran týdning, at hann dregur eitt lið so langt upp, at tað sær út til, at hann hevur so nógv at siga.
Dámligi australiumaðurin er aftur
Júst so stóran týdning virkaði tað sum leikandi australski venjarin hjá Mjølnir í tíðarskeiðnum 2018-2020 hevði, tá hann seinast spældi í Klaksvík; og tað er eisini ein av orsøkunum til, at vit her leggja upp til, at Mjølnir aftur í ár má átaka sær leiklutin sum favorittur, nú landskappingin byrjar aftur.
Gaman í hevur Mjølnir mist sterkar leikarar, sum til dømis Trygva á Brekkukletti, sum er farin í heimbygdina at spæla við Ternuni, men umframt Philip Freere, hevur Mjølnir eisini fingið Jóhan Arna Elisson Wang á liðið, og tað ger, at Mjølnir samanlagt sær sterkari út enn liðið var í fjør, tá tað gjørdist føroyameistari.
Tað eru fimm lið, sum skulu kappast um meistaraheitið hjá monnum í ár, og sjálvt um tað neyvan ber til at siga nakað við vissu, so liggur tað til, millum annað við omanfyri nevndu grundgevingum, at Mjølnir er tað liðið, sum undan kappingarbyrjan sær út sum tað besta boðið uppá ein meistara, tá hetta kappingarárið er leikt liðugt.
Men dystirnir skulu spælast, og tí kann væl vera, at onnur lið velja at taka dystin upp við klaksvíkingar, og tað er als ikki óhugsandi, at eitt nú ÍF og Fleyr, sum eisini hevur fingið útlendskan styrk, kunnu fara at bjóða Mjølnir av í oddanum. Tað kunnu sørvingar fyri tað eisini, tí teir duga ofta øgiliga væl at finna tað fram, sum skal til, tá tað geldur, men nú undan kappingarbyrjan virkar tað kortini ikki sannlíkt.
Steypavinnararnir vilja meira
Fuglfirðingar hava tey seinastu nógvu árini kjálkast fram ímóti einum góðum úrsliti í landskappingini, og sjálvt um nógvir av leikarunum eru ungir, so hevur liðið eisini garvaðar leikarar, sum kunnu bera, tá tað stendur harðast á. Har er Bjarni Larsen eitt gott dømi og Vukasin Nedeljkovic, sum hevði eitt framúr gott ár í fjør, eitt annað dømi.
Og hyggja vit eftir steypakappingini í fjør, so gjørdu fuglfirðingar júst tað, at teir vunnu eina spennandi finalu, júst ímóti favorittunum úr Klaksvík, við trimum settum móti tveimum.
Nú hevur liðið, sum sambært leikarayvirlitinum ongan nýggjan leikara hevur fingið í ár, eitt ár meira á baki, og tað kann hava stóran týdning í longdini.
Tá tað kemur til landskappingina er eingin ivi um, at teimum í Fleyr leingist eftir at vinna meistaraheitið aftur, tí seinast Fleyr gjørdist meistari var í 2006. Og høvuðsstaðarfelagið hevur eins og fleiri av hinum feløgunum í deildini fingið sær útlendskan styrk fyri at stuðla undir vónina um, at meistaraheitið skal koma til høldar.
Uttan at siga nakað um tað fer at rigga hjá Fleyr ella ikki, so er greitt, at kappingin við hini liðini í deildini verður hørð, tí tey eru sterk. Men Fleyr hevur eisini sterkar leikarar, við drúgvum royndum, so sum Suna Juul Pedersen og brøðurnar Róa og Dávið Hentze bara fyri at nevna nakrar.
Toftamenn bjóða av
Seinasta liðið í deildini er Ternan, sum má taka leiklutin sum tað veikasta liðið. Hetta liðið er kanska eisini tað, sum er ringast at siga nakað um, tí har er so nógv nýtt, og ungt, fólk, sum nú skal royna at fóta sær í FøroyaTele-deildini hjá monnum.
Sterkasta kortið hjá toftamonnum er Trygvi á Brekkukletti, sum er komin heimaftur úr Mjølni, men spurningurin er, um hann einsamallur klárar at bera byrðarnar í ár.
Hetta skal tó ikki takast sum ein kritikkur av hinum leikarunum, men tað er veruliga eitt stórt lop at spæla í bestu deildini samanborið við hinar, tí eitt er, at hini liðini eru øgiliga sterk, spælið gongur eisini so øgiliga nógv skjótari í bestu deildini.
Tíðin má vísa, hvussu endin verður á tí, sum byrjar um vikuskiftið.
Fyrsti dysturin, sum verður spældur, er dysturin millum SÍ og Fleyr, sum verður í høllini í Sørvági í morgin, leygardagin 6. november klokkan 16. Sunnudagin klokkan 15 spæla Mjølnir og ÍF í Badmintonhøllini í Klaksvík, og so vera tveir dystir mikukvøldið, tá Ternan byrjar sítt kappingarári við heimadysti móti SÍ klokkan 18, og tveir tímar seinni verður gamli klassikarin millum Mjølnir og Fleyr í Klaksvík. Og tá fáa vit longu fyrstu ábendingarnar um, hvønn veg pílarnir peika.
Nr. Deild Dagur Dagfest. Lið Lið Staður Kl. Dómari
101 MM ley 06/11/21 SÍ - Fleyr Sørvágur 16.00 Ternan
102 MM sun 07/11/21 Mjølnir - ÍF Badmintonhøllin 15.00 Ternan
103 MM mik 10/11/21 Mjølnir - Fleyr Badmintonhøllin 20.00 ÍF
104 MM mik 10/11/21 Ternan - SÍ Toftir 18.00 ÍF
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo